Ítróttur

Beinleiðis: KÍF - H71

....

2014-04-12 21:16 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Netið sveik okkum í Kollafirði í dag, haldi okkum til góðar.

KÍF: Emil Dam, Jaspur Joensen, Pætur H. Skýlindal, Andrias Nielsen 7, Janus Jakobsen 4, Magnus Muller 4, Pætur Johannesen, Tony Weyhe, Teitur Joensen 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Nicklas Selvig 6, Rógvi Weyhe 1, Rúni Joensen 2, Jákup Trygvason 1 og Ási Dam 1.

H71: Ári Dam, Tóraldur Kollsker, Hanus Kristiansen, Hans Kári Hansen 3, Høgni Olafson, Rùni Højgaard 5, Bogi G. Daviden 7, Birgir Poulsen, Jónas Djurhuus 3, Bogdan Florea 5, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsø 1, Hanus Biskopstø 2, Tróndur Arge og Djóni Højgaard.

1. min. Hans Eli skorar fyrsta málið í dystinum.

2. min. Bogdan skorar uppá straffi.

3. min. Andrias skorar fyri KÍF.

4. min. Hans Kári skorar frá veinginum. Støðan er nú 2-2

5. min. Andrias skorar sítt annað mál. Janus skorar av strikuni.

6. min. Jónus minkar um munin.

7. min. Selvig kemur uppum allar og skorar.

8. min. Bogi skorar uppá skjótálop.

9. min. Selvig leggur KÍF frammum 6-4.

10. min. Bogdan fær sítt annað mál í dystinum.

11. min. Rógvi Weyhe, hevur nú skotið sítt fyrsta mál.

12. min. Selvig spælur Janus sera frían, og hann skorar. Bogi kann dribla allan vegin ígjøgnum verjuna hjá KÍF. Støðan er nú 8-6.

13. min. Selvig sendur eitt langt skot avstað og málmaðurin hjá H71 hevur eingan kjans.

14. min. Jónas, skorar. Teitur fær eisini mál í hinum endanum. Sigmundur Dahl hevur nú minka um munin til 10-8.

16. min. Bogi skorar enn eitt mál uppá skjótálop.

17. min. Andrias sendur sítt 3 skot í málið. Ári Dam møtur straffinum frá Selvig. Støðan er 11-9.

18. min. Hans Kári skorar til 11-10. Trýgvi fær sítt fyrsta mál í dystinum.

19. min. Jónas minkar um munin til 12-11, og Hallur hevur nú javna.

21. min. Jákup hevur nú lagt KÍF frammum aftur. Eddie Joensen tekur Time - out.

22. min. Nú hevur Bogdan javna aftur. Høgni fær 2. min.

23. min. Magnus Muller, sum júst er komin inn, hevur nú lagt KÍF omaná aftur.

24. min. Selvig skorar úr einari sera spískar støðu. Petur Mittún tekur Time - out. Støðan er nú 15-13.

25. min. Bogi hevur nú fingið sítt 4. mál.


26. min. Janus verður spældur púra fríður á strikuni, hann fær lagt bóltin í málið.

27. min. Hallur fær eitt mál fyri H71, og Magnus fær eitt mál fyri KÍF.

28. min Jaspur tekur bóltin sera væl í málinum, bólturin kemur út til Selvig, hann kastar ein langan bólt fram til Janus, sum tekur hann í luftini og sendur hann avstað samstundis. Støðan er nú 18-15.

29. min. Janus fær 2 min. Bogi hevur nú fingið sítt 5 mál í dystinum.

Hálvleikur í Kollafirði ??? fyrri hálvleikur var merktur av sera skjótum spæli til tíðir, nakrar fínar detaljur eru vístar, KÍF førir við tveimum málum, men enn er dysturin púra opin. Støðan er 18-16.

31. min. Magnus sendur ein langan bólt avstað móti málinum, og Hanus hevur ikki nakran kjans at taka hann.

32. min. Hans Kári fær eitt mál frá veinginum. Mangus sendur enn eitt skot lang úti fra, og bólturin syngur í netinum, aftanfyri Hanus.

33. min. Tróndur minkar um munin til 20-18.

34. min. Tróndur fær enn eitt mál, av vinstra bakki.

36. min. Við sínum 6. málið, hevur Bogi nú javna aftur. Andrias er nú tann 4. Spælarin hjá KÍF, sum hevur skotið 4. mál í dystinum.

37. min. Selvig er fysti spælarin hjá KÍF, sum kemur uppá 5 mál í dystinum.

38. min. Hans Eli hevur nú lagt KÍF á odda við 3. málum.

40. min. ??r sera spískum fær Bogi sítt 7 mál., í dystinum. Bogdan, sum man ikki hevur sæð nógv til í dystinum, kemur inn at taka straffi og skorar. Støðan er nú 23-22.

41. min. Við sínum fyrsta málið í dystinum, javnar Rúni Højgaard. Ási Dam fær eisini sítt fyrsta mál, í dystinum, í hesum minuttinum.

43. min. Selvig loypur upp og skorar. Støðan er nú 25-23.

44. min. Hans Eli fekk nú sítt 3. mál í dystinum, og Rógvi fekk 2. min. í verjuni.

45. min. Bogdan er aftur komin inn at taka straffi, og Emil er fyri fyrstu ferð í dag komin í KÍF málið, hann møtur skotinum frá Bogdan, men Bogdan skorar uppá returin.

46. min. Besti leikarin hjá H71 í dag, Bogi hevur nú fingið 2. min.

47. min. Rúni Joensen, hevur nú lagt KÍF á odda við 3. málum aftur.

48. min. Andrias, sum hevur siti uttanfyri eina løtu, veksur um munin. Nú er støðan 28-24.

49. min. Hans Eli hevur nú lagt KÍF á odda við 5. málum. Petur Mittún tekur Time ??? out. KÍF hevur beinakós móti fyrsta plássinum.

50. min. So komu KÍF uppá 30 mál. Av einum skotið frá Rúna.

52. min. Birgir verður dómdur 2. min. út.

53. min. Hans Eli verður dómdur 2. min. út, av at fella Trónda.

54. min. Jaspur, hevur eina meistarliga bjarging. Bólturin fellur út, um málteigin aftur, Jaspur og ein H71???ari renna saman, og Jaspur má út við skaða. Emil Dam kemur inn fyri hann.

55 min. Ási Dam verður dómdur 2. min. út. So verður Andrias eisini dømdur 2. min. út, nú eru tað bara 3. KÍF???arar á vøllinum pluss málmaðurin.

57. min. Rúni Højgaard skorar til 30-25. Andrias hevur aftur lagt KÍF á odda við 6. málum.

58. min. Rúni Høgjaard skorar aftur. Hann hevur nú fingið 3. mál. í dystinum.

59. min. H71 skorar.

60. min. Rúni Høgjaard skorar aftur nú.

Dysturin endaði 31-28.


Sí myndir frá dystinum her.


 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder