Ítróttur

Beinleiðis hondbóltur á JN.fo í kvøld

...

2016-02-04 19:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrru hálvfinalurnar í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum verða leiktar í kvøld. Tað ber til at fylgja beinleiðis við á JN.fo frá dystinum í Kollafirði, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Hallur Danielsen metur um dystirnar niðanfyri.

KÍF ??? H71 (Menn), hósdagin 4/2, kl. 20.00 í høllini í Kollafirði. Dómarar: Hannis og Uni Wardum.

Kollfirðingar vístu móti VÍF, at teir duga tá á stendur. Men tað er ikki nokk bara at stríðast soleiðis móti vestmenningum. Eg vænti, at tað verður trupult hjá KÍF yvir tveir dystir móti H71, men onki er liðugt fyrr enn alt er liðugt. Trýsti er á Hoyvíkingum, men eg vænti at teir liva upp til tað. H71 vinnur ein javnan og spennandi dyst.

StÍF ??? Neistin (Menn), hósdagin 4/2, kl. 20.00 í høllini á Skála: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen.

Hjá báðum liðum er hetta møguleikin at bjarga kappingarárinum. Sannlíkindini fyri at røkka finalunum í landskappingini eru ógvuliga smá. StÍF er favorittur á heimavølli, og uppgávan hjá Neistanum er at tryggja at hálvfinalan ikki er avgjørd áðrenn seinna dystin í Havn sunnudagin.

Eg vænti at StÍF vinnur við nøkrum málum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder