Ítróttur

Beinleiðis hondbóltur á JN.fo í kvøld

...

2016-02-03 20:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyrru hálvfinalurnar hjá kvinnum eru í kvøld, tað ber til at fylgja beinleiðis við dystinum í Vestmanna á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

Hallur Danielsen metur um dagsins hálvfinalur, í Coca-Cola steypakappingini.

VÍF - StÍF (Kvinnur), mikudagin 3/2, kl. 20.00 í høllini í Vestmanna. Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Dystirnir í bólkaspælinum hjá bæði monnum og kvinnum vístu, at tað er sera torført at meta um úrslitini. Men vit kunnu vænta ein javnan og spennandi dyst í Vestmanna. VÍF hevur higartil havt sera gott tak á StÍF og vunnið allar tríggjar dystirnar í landskappingini. Men eg vænti satt at siga, at StÍF tekur VÍF í fyrru hálvfinaluni í kvøld. Eg vænti tó ikki at nakað er avgjørt fyrr enn eftir dystin á Skála leygardagin.

Kyndil ??? Neistin (Kvinnur), mikudagin 3/2, kl. 20.00 í høllini á Hálsi. Dómarar: Alexandur Johansen og Niclas Niclasen.

Grannuppgerðin millum Kyndil og Neistan er ofta jøvn og nógv bendir á, at tað kann aftur henda í kvøld. Bæði liðini eru nakað skerd, men kanska hevur Neistin ein breiðari hóp. Eg vænti at Neistin vinnur, men neyvan so nógv at alt er avgjørt áðrenn leygardagin, tá seinna hálvfinalan verður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder