Ítróttur

Beinleiðis hondbóltur á JN.fo í dag

...

2015-04-04 14:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Í dag verður avgjørt, hvør kemur í finaluna í Atlantic Airways kappingini saman við VÍF. Bæði H71 og Kyndil hava møguleikan at spæla seg í finaluna í dag, sum samstundis er seinasta umfarið í grundspælinum. JN.fo fer at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum millum Kyndil og KÍF.

H71 tekur í Hoyvík móti StÍF, tað hevur ikki gingst eftir vild hjá StÍF í ár, teir hava bert fingið 11 stig hetta kappingarári, meðan H71 hevur 33 stig. Skal H71 spæla seg í finaluna, so skulu teir fáa minimun eitt stig í Hoyvík í dag.

Í høllini á Nabb tekur Kyndil móti verandi meistarnum úr Kollafirði, KÍF hevur verið sera svingandi í ár, og eru tí 9 stig aftanfyri Kyndil. Skal Kyndil hava seinna finaluplássið er eitt krav, at teir vinna á KÍF, samstundis, sum H71 tapur móti StÍF. 

Í Vestmanna tekur oddaliðið VÍF, móti botnliðnum Team Klaksvík. 

Allir mansdystirnir byrja kl. 16:00.
Støðan í Atlantic Airways deildini
NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF2364553710835
2H71235915038833
3Kyndil235374756232
4KÍF23605598723
5Neistin24604651-4722
6StÍF23572614-4211
7Team Klaksvík23497673-1766


Í Hvonn-deildini er so at siga alt avgjørt, tað einasta ið er eftir at fáa uppá pláss er, hvør endar fremst. Tað verða Neistin og Kyndil, sum skulu berjast um meistaraheitið. Soleiðis verður leikt í dag.
04.04.2015 14.30KÍ-HøllinD184StjørnanStÍF
04.04.2015 14.30Høllin á HálsiD182KyndilSøljan
04.04.2015 14.30Høllin í VestmannaD183VÍFVB


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder