Ítróttur

Beinleiðis: H71 - VÍF (H71 hevur vunnið FM)

...

2017-04-22 14:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: H71 vann 26-21 og er Føroyameistari 2017.

Málskjúttar: 

H71: Pætur 5, Rúni 4, Hilmar Leon 4, Peter 3, Dánjal 3, Jónas 3, Ári 2, Hans Kári 1 og Andor 1.

VÍF: Filip 9, Áki 6, Hanus 2, Magnus 1, Andrias 1, Bjarti 1 og Sjúrður 1.

60. min. Andor skorar til 26-21.

59. min. Filip minkar um munin til 25-21.

58. min. Ári skorar aftur frá egnum málið, støðan er nú 25-20.

57. min. Rùni verður vístur av vøllinum í 2. min.

56. min. Sjúrður skorar til 24-20.

54. min. VÍF hevur torført at vinna seg ígjøgnum H71 verjuna.

53. min. Ári skorar frá egnum málið til 24-19.

52. min. H71 tekur time-out. H71 roynir seg við 7 í álopinum. Filip skorar frá egnari hálvu til 22-19. Peter skorar til 23-19.

50. min. Nú royna VÍF at spæla við 7 spælarum í álopinum. Bjarti minkar um munin til 22-18.

49. min. Áki minkar um munin til 22-17.

48. min. Ári bjargar, og hann sendur Pætur í skjótálop, Pætur brennur, men Dánjal fær fatur á returinum og skorar til 21-16. VÍF tekur time-out. So eru 6. mál á muni, Hans Kári skorar frá egnari hálvu til 21-16.

47. min. Hilmar Leon skorar til 20-16.

45. min. Tveir spælarar fara um koll, og detta á áskoðarnar, har eitt barn fær ilt. Pætur skorar til 19-16.

44. min. Brotskast til VÍF, Filip tekur sær av tí, og í málinum hjá H71 bjargar Ári.

43. min. Brotskast til H71, tað tekur Jónas sær av, og skorar til 18-16.

42. min. Áki minkar um munin til 17-16, og tað var hansara 5. mál.

41. min. So eru tvey mál á muni aftur, Dánjal skorar til 17-15.

39. min. Pætur økir um munin til 16-14. Agnar verður vístur av vøllinum í 2. min. Filip sendur Hanus ein flúgvara, sum hann skorar uppá til 16-15.

38. min. Drál verður dómt móti H71. Pætur verður sendur í skjótálop, og í VÍF málinum ger Mladen eina framúr bjarging.

36. min. Pætur skorar úr spískum til 15-14.

35. min. So er javnleikur í Hoyvík, Áki skorar til 14-14.

34. min. Andrias við einum góðum málið til 14-13.

33. min. Brotskast til VÍF og Jónas fær gult kort, Filip tekur sær av brotskastinum, og skorar til 14-12, tað var hansara 7. mál. Julian fór út við skaða tíðliga í fyrra hálvleiki, han nverður ikki at síggja aftur á vøllinum í dag.

32. min. Hilmar Leon økir um munin til 14-11.

31. min. So er seinni hálvleikur í gongd, tað er H71 ið byrjar við bóltinum. Pætur økir um munin til 13-10. Filip minkar um munin til 13-11.

Heisr byrja inni: 

H71: Dánjal, Hilmar Leon, Jónas, Peter, Pætur og Sigmundur N.

VÍF: Mladen, Andrias, Rùni, Sámal, Hanus, Sjúrður og FIlip.

Hálvleikur: H71 er á odda við tveimum, støðan er 12-10.

Málskjúttar:

H71: Rúni 4, Hilmar Leon 2, Peter 2, Jónas 2, Pætur 1 og Dánjal 1.

VÍF: Filip 5, Áki 3, Hanus 1 og Magnus 1.

29. min. Áki fer í skjótálop, og verður taklaður sera óftanaliga av Helga sum fær útvísing, og brotskast til VÍF, sum Filip skorar uppá til 12-10.

28. min. Ári bjargar skotinum frá Filip, hann sendur Pætur í skjótálop, í hinum endanum ger Mladen eina stórbjarging. Brotskast til VÍF, tí tekur Filip sær av, og minkar um munin til 12-9.

26. min. So er H71 fyri fyrstu fer á odda við fýra, Jónas skorar eitt sera flott mál til 12-8.

24. min. Áki minkar um munin til 10-8. Dánjal økir um munin til 11-8.

23. min. So eru trý mál á muni, Rùni skorar uppá skjótálop til 10-7, tað var hansara 4. mál. Ári bjargar skotinum frá Andrias.

22. min. Rùni økir um munin til 9-7. VÍF tekur time-out.

21. min. Filip javnar til 7-7. Peter skorar til 8-7.

19. min. Áki fær gult kort. Pætur leggur H71 á odda 7-6.

18. min. Magnus javnar til 6-6 uppá skjótálop.

17. min. Brotskast til H71, og Sjúrður fær gult kort. Peter tekur sær av tí, hansara skot fer á tvørtræði og út á miðuna har H71 fær bóltin aftur.

16. min. Mladen bjargar skotinum frá Peter, H71 fær bóltin aftur. Gott skjótálop endar við at Hanus minkar um munin til 6-5.

15. min. Andrias á stong út.

14. min. So er H71 á odda við tveimum, Hilmar Leon skorar uppá skjótálop til 6-4.

13. min. Rùni hevur lagt H71 á odda 5-4.

10. min. So er H71 aftur á odda, Rùni skorar til 4-3. So er aftur javnleikur, Filip skorar til 4-4.

9. min. So er javnleikur, Áki janvar til 3-3.

8. min. Sjúrður er settur at mansverja Peter. Andor sleppir leysur av høgra vongi, men lobbarin hjá honum rakar tvørtræði. Nú er eitt mál á muni, Filip minkar um munin til 3-2.

7. min. Áki minkar um munin til 3-1. Mladen bjargar skotinum frá Hilmar Leon.

6. min. Jens bjargar aftur, og H71 fer skjótt av tað endar við at Peter skorar til 3-0. Julian má hjálpast av vøllinum.

5. min. Filip skorar, men málið verður ikki talt við, men VÍF fær bóltin aftur.

4. min. Jens gera eina framúr bjarging tá ið hann bjargar skotinum frá Áki, Hilmar leon verður sendur avstað, gott verjuspæl frá Julian ger at hann ikki sleppir til skot. Jónas skorar til 2-0.

3. min. Hilmar Leon leggur H71 á odda 1-0.

2. min. Mladen bjargar skotinum frá Peter. Hjá VÍF skifta Rói og Sámal út millum verju og álop. Hjá H71 skifta Sigmundur D. og Sigmundur N millum verju og álop.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er VÍF ið byrjar við bóltinum. Hanus kastar bóltin útav vøllinum.

Hesir byrja inni:

H71: Jens, Andor, Hans Kári, Sigmundur D., Bogi, Peter og Hilmar Leon.

VÍF: Mladen, Andrias,  Áki, Julian, Filip, Hanus og Ròi.

Klokkan 16:00 byrjar 2. finala millum H71 og VÍF, dysturin verður leiktur í Hoyvíkshøllini. H71 vann tí fyrstu FM-finaluna 28-27 á VÍF. Verður tað javnleikur ella sigur til H71, so eru teir Føroyameistarar, um VÍF vinnur so skal ein dystur spælast afturat í morgin.

Vit hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

H71: Ári E. Dam, Jens á Skipagøtu, Rùni V. Højgaard, Bogi G. Davidsen, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor í Horni Sivertsen, Helgi H. Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen, Niklas Hanussarson, Peter Krogh, Dánjal Tórgarð, Jónas G. Djurhuus og Tróndur Arge.

Bonkur: Sonni Larsen, Mark Marcher, Petur Sivertsen og Ingelín Olsen.

VÍF: Sámal Joensen, John R. Nielsen, Magnus Muller, Agnar Joensen, Rúni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jákup Andreas Joensen, Uni H. Petersen, Bjarti Hansen, Mladen Mjerimacka, Rói Lamhauge og Filip Jojic.

Bonkur: Ingi Olsen, Hjalmar K. Olsen, Jóngerð M. Nielsen og Jákup Durhuus.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder