JN

Beinleiðis: H71 - VÍF

...

2016-04-23 16:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: VÍF er FM-vinnari. VÍF vann 27-29

Málskjúttar:

H71: Peter 8, Hilmar Leon 8, Jónas 5, Pætur 2, Sigmundur N 2, Helgi 2.

VÍF: Áki 9, Filip 6, Nuunu 5, Julian 5, Hanus 2 og Selvig 1.

60. min. Peter skorar til 27-28. Tróndur og Jónas verða báðir vístir av vøllinum. Selvig skorar til 27-29.

59. min. Hilmar Leon skorar til 26-28. Tóraldur bjargar. VÍF tekur time-out.

58. min. Tóraldur ger eina meistara bjarging. Pætur blakar bóltin útav síðulinjuni, júst sum H71 hevði kjansin at koma aftur í dystin. Julian skorar til 25-28, tað var hansara 6. mál. Niklas bjargar.

57. min. So eru tvey mál á muni, Peter skorar til 25-27.

56. min. Hilmar Leon minkar um munin til 24-27.

55. min. Julian skorar til 23-27.

54. min. Hilmar Leon minkar um munin til 23-26.

53. min. Áki skorar til 21-26. Sigmundur N. minkar um munin til 22-26.

52. min. Jónas skorar til 21-25.

51. min. VÍF tekur time-out. Eitt sera flott mál frá VÍF! Hanus sendur Julian ein flúgvara, sum hann skorar uppá, støðan er 20-25.

50. min. Niklas loftar skotinum frá Hilmar Leon.

49. min. VÍF stevna móti FM-heitinum, Áki skorar til 20-24, tað var hansara 8. mál.

48. min. Niklas bjargar skotinum frá Pætur, men H71 fær bóltin aftur. Jónas ger fet.

Les eisini samrøðuna, sum vit gjørdu við Nico eftir at Neistin vann FM-heitið.

47. min. Peter verður vístur av vøllinum í 2. min.

46. min. Verjan hjá VÍF blokkar skotinum frá Peter, Jónas fær fatur á bóltinum, men Niklas bjargar skotinum hjá honum, sum var ein 100% møguleiki.

45. min. Filip skorar til 20-23, og tað var hansara 6. mál. H71 tekur time-out - tað hava teir eisini brúk fyri nú.

44. min. Ári bjargar skotinum hjá Hanus. Sámal fangar bóltin í H71 uppspælinum.

43. min. So eru tvey mál á muni, Julian skorar til 20-22. Tróndur roynur at gera okkurt kiks, men tað riggar ikki hjá honum.

42. min. Hanus leggur VÍF á odda, støðan er 20-21. Niklas bjargar skotinum frá Hilmar Leon.

41. min. Heini verður vístur av vøllinum í 2. min. Jónas fær bóltin á beini, og blakar bóltin vekk eftir at dómarnir hava floyta, og tí verður hann vístur av vøllinum í 2. min.

40. min. Hilmar Leon hevur aftur lagt H71 á odda, støðan er 20-19, og tað var hansara 5. mál. Nuunu javnar til 20-20, og Peter verður vístur av vøllinum í 2. min. Jónas verður mansvardur.

39. min. Filip javnar til 19-19.

38. min. H71 mansverja Filip. Nuunu javnar til 18-18, tað var hansara 4. mál. Sigmundur N. skorar til 19-18.

37. min. Hanus verður vístur av vøllinum í 2. min. H71 er aftur á odda, Peter skorar til 18-17, og tað var hansara 6. mál.

36. min. So er H71 á odda, Hilmar Leon skorar til 17-16. Brotskast til VÍF, Áki verður settur at taka, og hann takkar fyri álitið, og javnar til 17-17, tað var hansara 7. mál.

35. min. Ári ger eina góða bjarging.

34. min. Hilmar Leon skrúar bóltin forbíð Niklas, og javnar til 16-16!

33. min. Julian ger álopsfeil. So er eitt mál á muni, Hilmar Leon skorar til 15-16. Filip fær bóltin á beini, og H71 fær bóltin.

32. min. Julian skorar til 13-16. Pætur ger skjótt av, og minkar um munin til 14-16.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. H71 byrjar við bóltinum. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av brotskastinum, og minkar um munin til 13-15, tað var hansara 4. mál.

Hesir byrja inni: 

H71: Ári, Pætur, Hans Kári, Jónas, Hilmar Leon, Peter og Sigmundu N.

VÍF: Niklas, Filip, Sámal, Heini, Nuunu, Hanus og Selvig.

Hálvleikur: H71 12-15 VÍF. Vit hava fingið ein sera góðan fyrra hálvleik. Bæði liðini hava víst gott spæl. 

Málskjúttar:

H71: Peter 5, Jónas 3, Helgi 2, Pætur 1 og Hilmar Leon 1.

VÍF: Áki 6, Jojic 4, Nuunu 3, Julian 1 og Hanus 1.

29. min. VÍF tekur time-out. ??itt rimmar skot frá Áka, sum skorar til 12-15, tað var hansara 6. mál.

28. min. Pætur minkar um munin til 12-14.

27. min. Tóraldur bjargar, og H71 fer í skjótálop. Julian verður vístur av vøllinum í 2. min.

26. min. Áki skorar til 11-14, tað var hansara 5. mál.

25. min. Nuunu skorar til 10-13! Peter minkar um munin til 11-13, tað var hansara 5. mál. Heini verður vístur 2. min. av vøllinum. Helgi verður vístur 2. min. av vøllinum.

24. min. Pætur brennur ein 100% møguleika, Niklas stendur væl. Helgi fær gult kort.

23. min. Hilmar Leon skorar til 10-11. Filip skorar til 10-12, tað var hansara 4. mál.

22. min. Filip skorar til 9-11.

21. min. Julian spælir Hanus púra leysan á strikuni, Hanus skorar til 9-10.

20. min. H71 tekur time-out. Hans Kári ger bein.

19. min. Jónas javnar til 9-9, tað var hansara 3. mál. H71 mansverja Selvig.

18. min. Hilmar Leon á stongina og út. Áki finnur Nuunu á strikuni, sum skorar til 8-9.

17. min. Tróndur verður vístur av vøllinum í 2. min. Heini fær gult kort.

15. min. Tóraldur ger eina góða bjarging. Peter javnar til 8-8, tað bar hansara 4. mál.

14. min. Selvig verður vístur av vøllinum í 2. min. Tað sama blívur Pætur. Jónas minkar um munin til 7-8.

13. min. Peter ger dribl. Hanus sum dekkaði Peter í Vestmanna, dekkar eisini Peter í dag. VÍF hevur eina lítla mansverju á Peter. Áki skorar til 6-8, tað var mál hansara nummar 4.

12. min. Tóraldur er komin í málið hjá H71, og hann ger eina framúr bjarging. So er VÍF á odda, Nuunu skorar til 6-7.

10. min. Peter skorar aftur fyri H71, støðan er 6-5. Áki javnar til 6-6. Ein sera góður hondbóltdystur.

9. min. Filip skorar uppá eitt kanónskot. Helgi skorar til 5-4. Julian javnar til 5-5!

7. min. Áki skorar til 4-3.

6. min. Ári bjargar skotinum frá Filip. Heini og Sámal koma inn fyri Julian og Filip, tá VÍF skal verja. Peter skorar til 4-2.

5. min. Sámal fær gult kort, og brotskast til H71. Jónas tekur sær av brotskastinum, og skorar til 3-2.

4. min. Peter skorar til 2-1. Brotskast til VÍF, Sigmundur D. fær gult kort. Áki tekur sær av brotskastinum, og skorar til 2-2.

3. min. Blokkurin hjá VÍF tekur skotið frá Jónas.

2. min. Nuunu fær eitt gult kort. Helgi skorar til 1-0. Filip javnar til 1-1.

1. min. So er dysturin settur í gongd. VÍF byrjar við bóltinum. Sigmundur D. og Jónas skifta millum veru og álop hjá H71.

Hesir byrja inni:

H71: Ári, Tróndur, Helgi, Pætur, Sigmundur D., Hans Kári og Peter.

VÍF: Niklas, Selvig, Áki, Julian, Filip, Hanus og Nuunu.

Klokkan 17:47: Mark sum ikki spældi við mikudagin, hitar upp.

Klokkan 17:45: Sera nógv fólk eru í høllini.

Seinna FM-finalan í FTZ-deildini millum H71 og VÍF byrjar klokkan 18:00. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá finaluni.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Jóhann Hoftegaard, Niclas Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Jónas Djurhuus, Peter Krogh, Hilmar Leon Jakobsen, Oddur Bech, Mark L. Marcher, Tróndur Arge  og Helgi Hoydal.

Bonkur: Petur Mittún, Halgir Dahl Olesen, Jens á Skipagøtu og Petur Sivertsen.

VÍF: Sámal Joensen, Hallur Árason Sjúrður Olsen, Jóhann í Garðastovu, Rúni Joensen, Hanus Christophersen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Nuunu Lars Olsen, Magnus Matras, Agnar Joensen, Heini Hanusarson, Filip Jojic og Niklas Selvig.

Bonkur: Ingi Olsen, Dejan Lacok, Jóngerð M. Nielsen, Jákup Durhuus.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder