Ítróttur

Beinleiðis: H71 - VÍF

...

2015-04-09 00:36 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Besti skjútti hjá H71 var Mark við 9 málum, og hjá VÍF var tað Filip somuleiðis við 9 málum.

Liðugt: VÍF vann 24-25. H71 hevði kjansin at fáa javnleik, tá teir fingu trýggjarmetra kast eftir at tíðin var farin, men Hilmar Leon fekk ikki bóltin forbíð múrin hjá VÍF.

60. min. Agnar hevur lagt VÍF á odda 24-25.

59. min. So er aftur javnleikur!!! tað er Mark, sum skorar lang úti frá, støðan er 24-24.

58. min. So er javnleikur í Hoyvík!!! tað er Hilmar Leon, sum fangar bóltin í álopinum hjá VÍF, og skorar uppá skjótálop til 23-23. Filip hevur lagt VÍF á odda aftur, støðan er nú 23-24.

57. min. So er bert eitt mál á muni!!! tað er Sigmundur N, sum skorar til 22-23. Hallur fær 2. min.

56. min. Mark minkar um munin uppá brotskast, støðan er nú 21-23.

55. min. Julian hevur lagt VÍF á odda við tveimum, støðan er 20-22. So eru trý mál á muni, tað er Filip sum skorar til 20-23.

54. min. H71 hevur tikið time-out. Hanus tekur ein 100% kjans frá Filip.

53. min. Mads hevur lagt VÍF á odda 20-21.

52. min. Filip hevur aftur javnað fyri VÍF, støðan er 20-20.

51. min. Sigmundur N vinnur H71 eitt brotskast, Mark tekur sær av tí, og hann hevur lagt H71 á odda 20-19.

50. min. So er aftur javnleikur, tað er Bogi, sum skorar. Støðan er 19-19.

49. min. Mark ið júst er komin á vøllin aftur, eftir útvísingina, hevur minkað munin niður í eitt mál, støðan er 18-19.

47. min. Filip fangar bóltin, spælur til Heina ið verður stoppaður, men fær spælt til Filip aftur, sum spælur til Mads, ið skorar til 16-19. Mark fær 2. min., tá hann roynur at steðga Heina.

Aftur vinnur Hans Kári H71 eitt brotskast, tað er Hallur ið tekur sær av tí, og hann minkar um munin til 17-19.

46. min. Áki fær 2. min., tá hann steðgar Rúni í einum skjótálopið, Rúni má av vøllinum fyri at fáa ís á hondina.

45. min. So eru eftur tvey mál á muni, tað er Agnar, sum skorar til 16-18.

41. min. Mark minkar um munin fyri H71, støðan er nú 16-17 til VÍF.

40. min. So er aftur tvey mál á muni, tað er Agnar, sum skorar til 15-17.

38. min. VÍF fær brotskast, tað er Julian ið tekur sær av tí, og leggur VÍF á odda 15-16.

35. min. Aftur hevur Hilmar Leon lagt H71 á odda, men Áki javnar aftur beinavegin, støðan er 15-15.

34. min. Filip hevur javnað til 14-14.

32. min. So er H71 á odda, tað er Hilmar Leon ið skorar til 14-13. 

31. min. Dysturin er nú í gongd aftur. Hallur hevur javnað fyri H71, støðan er 13-13.

H71: Hanus, Bogi, Hilmar Leon, Hallur, Hans Kári og Pætur. 

VÍF: Andrias, Áki, Heini, Sámal, Filip, Hanus og Tóki.

Hálvleikur: Tað eru teir gulu úr Vestmanna, sum føra í Hoyvík, støðan er 12-13.

30. min. Hallur minkar um munin til 12-13. Mark fær 2. min.

29. min. Aftur verður Agnar spældur púra leysur, og hann skorar til 11-13.

28. min. Áki við einum sera góðum skotið, hann skorar til 10-12. Mark minkar aftur um munin, støðan er nú 11-12.

27. min. Ungi Hilmar Leon, sum akkurát er komin inn, skorar uppá skjótálop, støðan er nú 10-11. VÍF hevur tikið time-out.

26. min. Jesper hevur skora til 9-10. Áki skorar til 9-11.

25. min. Áki spælir Agnar púra leysan á strikuni, sum skorar til 8-10.

24. min. So er bara eitt mál á muni, tað er Bogi ið skorar uppá skjótálop. Støðan er 8-9.

23. min. Hallur hevur minkað um munin til 7-9.

22. min. H71 hevur tikið time-out.

21. min. Agnar vinnur VÍF eitt brotskast, Filip verður settur at skjóta, men hann brennur. VÍF verður verandi í álopi, tí Heini fær fatur á bóltinum. Filip skorar til 6-9.

20. min. Nú eru tvey mál á muni, tað er Hanus ið skorar uppá skjótálop, støðan er nú 6-8.

19. min. Áki skorar fyri VÍF, eftir sera flott spæl, samstundis fær Helgi 2. min., og Andrias má av vøllinum.

18. min. Bogi skorar fyri H71, tað ger hann uppá skjótálop, nú er aftur javnleikur, støðan er 6-6.

16. min. VÍF fær brotskast, tað tekur Filip sær av og skorar til 5-6. 

15. min. Hans Kári vinnur aftur H71 eitt brotskast, Mark skorar uppá tað og javnar til 5-5.

14. min. Andrias verður spældur púra leysur á strikuni, hann hevur nú lagt VÍF á odda 4-5.

12. min. Filip javnar aftur til 4-4

11. min. Sigmundur D hevur lagt H71 á odda fyri fyrstu fer í dystinum, støðan er 4-3.

9. min. Heini og Sámal koma inn at verja fyri Mads og Agnar. Sigmundur N og Sigmundur D skifta millum verju og álop hjá H71.

7. min. Bogi hevur nú javnað til 3-3, tað gjørdi hann uppá skjótálop.

6. min. Eingin stegðar Mark tá hann fer ígjøgnum av bakkinum, hann skorar til 2-3.

5. min. Hanus skorar av veingjinum til 1-3. Í hinum endanum bjargar Tóki einum skotið frá Mark.

4. min. Hans Kári vinnur H71 eitt brotskast, sum Mark skorar uppá.

3. min. Filip hevur lagt VÍF á odda við tveimum málum, støðan er 0-2.

2. min. Dómarar eru Uni og Hannis Wardum, tað eru sera nógvir áskoðarar í høllini.

1. min. Dysturin er nú í gongd. Filip vinnur VÍF eitt brotskast, hann tekur sjálvur og Tóraldur fer haltandi av vøllinum, so Ári er komin á vøllin, Filip skorar til 0-1 til VÍF.

Soleiðis starta liðini:

H71: Tóraldur, Mark, Hallur, Hans Kári, Sigmundur D, Bogi og Pætur.

VÍF: Tóki, Hanus, Filip, Mads, Áki, Andrias og Agnar.

Klokkan 20:09: Liðini eru nú farin av vøllinum aftur, og gera seg nú kláran at byrja dystin.

Klokkan 19:40: Nú eru bæði liðini komin á vøllin, at hita upp.

JN.fo er í Hoyvíkshøllini og vit fara at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum. Dysturin byrjar klokkan 20:15.

Sí upptaktina til dystin her.

H71: Ári E. Dam, Hanus Kristiansen, Tóraldur Kollsker, Mark Lauser Marcher, Rúni V. Højgaard, Bogi G. Davidsen, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hallur Biskopstø, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsøe, Jersper Pedersen, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen og Tróndur Arge.

Á bonkinum hjá H71 eru, Petur Mittún, Halgir Dahl Olsen, Jens á Skipagøtu og Rene Dahl Olsen.

VÍF: Eli Muller, Sámal Joensen, Sjúrður Olsen, Teis H. Rasmussen, Agnar Joensen, Julian Olsen, Áki Egilsnes, Andrias Eriksen, Jón Muller, Niklas Simonsen, Heini Hanusarson, Tóki Seloy, Mads Eriksen, Hanus Christophersen, Filip Jojic og Sjúrður Nielsen.

Á bonkinum hjá VÍF eru, Ingi Olsen, Michael Eriksson, Jóngerð Nielsen og Jákup Durhuus.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder