Ítróttur

Beinleiðis: H71 - StÍF

...

2015-12-17 01:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sí myndir her.

Málskjúttar:

H71: Jónas 5, Peter 5, Sigmundur N. 3, Mark 3, Pætur 2, Sigmundur D. 1, Helgi 1, Tróndur 1.

StÍF: Kjartan 6, Pætur ??. 5, Sveinur 5, Pætur J. 2, Borgar 2, Jógvan 1 og Marius 1.

Liðugt: StÍF var á odda 10-13 í hálvleikinum, teir byrjaðu seinna hálvleik betur enn H71, og komu á odda 12-16. H71 royndi at berja seg innaftur í dystin, men StÍF spældi lang álop, sum tók ferðina úr dystinum. StÍF vann 21-22 á H71. 

60. min. Ári bjargar. Ári bjargar aftur. Brotskast til H71. Marius og Kjartan vera útvístir. Jónas skorar uppá brotskasti, støðan er 21-22.

59. min. Pætur J. fer haltandi av vøllinum. Isak bjargar aftur.

58. min. Isak bjargar. H71 fær bóltin aftur, men Tróndur rakar ikki málið.

57. min. H71 hevur ovstóran skund, og ger feil í álopinum.

56. min. Brotskast til H71, og Sveinur verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas skorar uppá brotskasti, støðan er 20-22.

55. min. Brotskast til StÍF, og Sigmundur D. verður vístur 2. min. av vøllinum. Kjartan tekur sær av brotskastinum, og skorar til 18-22. Pætur T. minkar um munin fyri H71, støðan er 19-22.

54. min. Pætur T. minkar um munin fyri H71, støðan er 18-21.

53. min. Jógvan lobbar bóltin uppum Jóhan, og skorar til 17-21. H71 tekur time-out.

52. min. Jónas verður vístur 2. min. av vøllinum. So er StÍF á odda við trimum, Sveinur skorar til 17-20.

51. min. Pætur J. skorar fyri StÍF, støðan er 17-19. Isak bjargar.

49. min. So eru tvey mál á muni, Mark skorar til 16-18. Brotskast til H71, Sveinur verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas tekur sær av brotskastinum, og minkar um munin til 17-18.

48. min. StÍF tekur time-out.

45. min. Sigmundur D. verður vístur 2. min. av vøllinum. Peter verður mansvardur í løtuni.

44. min. Brotskast til H71, tað tekur Jónas sær av, og minkar um munin til 15-18.

43. min. Kjartan fer haltandi av vøllinum. So eru fýra mál á muni aftur, Sveinur skorar til 14-18.

42. min. Pætur ??. skorar til 14-17.

41. min. Nú eru tvey mál á muni, Peter minkar um munin til 14-16.

40. min. Sigmundur N. vinnur H71 eitt brotskast, og Kjartan verður vístur 2. min. av vøllinum. Peter tekur sær av brotskastinum, men Isak stórbjargar.

38. min. Mark minkar um munin til 13-16.

36. min. So eru aftur fýra mál á muni, Borgar skorar til 12-16.

35. min. Tóraldur og Isak taka hvør sítt skot.

34. min. Isak bjargar einum skjótálopið hjá Peter. Pætur J. skorar til 11-15. Peter minkar um munin til 12-15.

33. min. Isak tekur eitt skot frá Andor.

32. min. Sveinur skorar fyri StÍF, støðan er 11-14.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Sigmundur D. minkar um munin til 11-13.

Hesir byrja inni:

H71: Tóraldur, Andor, Hans Kári, Sigmundur D., Peter, Mark og Tróndur.

StÍF: Isak, Pætur ??., Sveinur, Pætur J., Kjartan, Teitur og Marius.

Hálvleikur: Liðini byrjaðu sera javnt, men ein lítla løtu tók StÍF yvir og komu á odda við trimum málum. H71 tók tá time-out, og løtu seinni var aftur javnleikur, síðani fylgdust liðini til 10-10. Móti endanum av fyrra hálvleiki fekk StÍF aftur nøkur mál, meðan H71 einki fekk. Hálvleiksstøðan er 10-13 til StÍF.

30. min. So eru trý mál á muni, Kjartan skorar til 10-13.

28. min. So er StÍF á odda við tveimum, Pætur ??. skorar til 10-12.

27. min. Kjartan leggur StÍF á odda 10-11.

26. min. Ísak tekur ein 100% møguleika frá Helga, Helgi verður sendur í skjótálop, men Isak klárar at seta seg á bóltin.

25. min. Sigmundur N. javnar til 10-10.

24. min. Kjartan verður mansvardur nú. Pætur J. hevur lagt StÍF á odda, støðan er 9-10.

22. min. Peter ger álopsfeil. Kjartan javnar til 9-9.

21. min. Isak bjargar.

20. min. Ein sera góð bjarging frá Ára.

19. min. So er H71 aftur á odda, Mark skorar til 9-8 eftir skjótálop.

18. min. So er StÍF aftur á odda, Sveinur skorar til 7-8. Helgi javnar til 8-8.

17. min. StÍF tekur time-out. Sigmundur N. skorar aftur, og nú er javnleikur 7-7.

16. min. Nú er Ári aftur í H71 málinum. Sigmundur N. minkar um munin til 6-7. 

15. min. Brotskast til H71, og Borgar verður vístur 2. min. av vøllinum. Peter tekur sær av brotskastinum, og minkar um munin til 5-7.

14. min. Helgi verður vístur 2. min. av vøllinum. Jóhan ger eina góða bjarging, tá ið hann tekur ein 100% møguleika frá Teiti.

13. min. Sveinur fær í skjótálop, Peter tekur hann væl, og Sveinur fær 3. metrarkast.

12. min. Nú er Johan í málinum hjá H71. Eitt sera flott mál frá Kjartan, sum skorar til 4-7. H71 tekur time-out.

11. min. Góð bjarging frá Eli.

10. min. Eitt kanón skot frá Peter, sum minkar um munin til 4-6.

9. min. Nú eru trý mál á muni, Kjartan skorar aftur, og er støðan nú 3-6.

8. min. Nú er StÍF á odda við tveimum, Kjartan skorar til 3-5.

7. min. Marius setur H71 verjuna av, og skorar til 3-4. Tóraldur er nú í málinum hjá H71.

6. min. Brotskast til H71, tað tekur Peter sær av, og javnar til 3-3.

5. min. Sveinur javnar til 2-2, tað gjørdi hann eftir uppstilling eftir tríggjar metrar. Pætur ??. hevur lagt StÍF á odda 2-3.

4. min. Jónas skorar fyri H71, og er støðan nú 2-1.

3. min. Pætur ??. javnar fyri StÍF, støðan er 1-1.

2. min. Tróndur skorar fyrsta málið í dystinum, eftir flott uppspæl frá Hans Kára.

1. min. So er dysturin settur í gongd. Málverjarnir hava tikið hvør sítt skot.

Hesir byrja inni:

H71: Ári, Tróndur, Mark, Jónas, Peter, Hans Kári og Helgi.

StÍF: Eli, Teitur, Kjartan, Sveinur, Borgar, Marius og Pætur.

H71 fær í kvøld vitjan av StÍF, dysturin byrjar klokkan 19:30. Tað ber til at fylgja dystinum við beinleiðis tekstafrásøgn á JN.fo. 

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johan Hofgaard, Mark Lausen Marcher, Rúni V. Højgaard, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Petur Krogh, Jónas Djurhuus, Tróndur Arge og  Jens á Skipagøtu.

Bonkur: Petur Mittún, Halgir Dahl Olesen, Petur Sivertsen og Bartal D. Andreassen.

StÍF: Isak Olsen, Fríði R. Djurhuus, Leivur Justinussen, Pætur ??. Joensen, Dævid Danielsen, Petur Johansen, Teitur Nielsen, Sveinur Justinussen, Kjartan Johansen, Eli Gærdum, Borgar M. Persen, Jógvan G. Joensen, Rani Funn, Arnhold Berg og Marius Joensen.

Bonkur: Pole J. Hansen, Levi Nybo, Niels Rósing Hansen. 

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder