Ítróttur

Beinleiðis: H71 - Kyndil

...

2016-09-25 15:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: H71 vann 26-19 á Kyndli. H71 var tað betra liðið ígjøgnum allan dystin, tað var sera torført hjá Kyndli at koma í gongd. Eftir 22. min. var støðan 8-3. Hálvleiksstøðan var 12-7. Í seinna hálvleiki leikti meira javnt á, H71 kom framum 17-7, áðrenn Kyndil fekk sítt fyrsta mál. Dysturin endaði 26-19. 

Málskjúttar:

H71: Peter 10, Jónas 5, Rúni 4, Tróndur 3, Bogi 2, Ári 1 og Sigmundur N. 1.

Kyndil: David 9, ??lavur 3, Hjalti 2, Tórður 1, Kristoffur 1, Tummas Pauli 1, Bartal 1 og Tórvald 1.

60. min. Sigmundur N. skorar til 25-19. Ári sendur Boga avstað, sum skorar til 26-19.

59. min. Kyndil hevði 8 spælarar á vøllinum, men hvørki dómaraborði ella dómarnir sóðu tað.

57. min. ??lavur minkar um munin til 24-19.

56. min. Josef brennur ein 100% møguleika. Ári skorar úr egnum málið, støðan er 24-18.

55. min. David minkar um munin til 23-18. H71 tekur time-out.

54. min. Tummas Pauli skorar til 23-17.

53. min. David skorar frá egnari hálvu, H71 klárar ikki at fáa útispælarin út soleiðis at Ári klárar í málið. Jan Pauli ger eina góða bjarging.

52. min. Tróndur skorar til 23-15.

51. min. Rúni verður vístur av vøllinum í 2. min. Tórvald minkar um munin til 22-15.

50. min. Rùni skorar til 22-14.

49. min. Brotskast til Kyndil, tað tekur Hjalti sær av, og rakar á tvørttræði.

47. min. Hjalti minkar um munin til 21-14.

46. min. Niels Viggo fær 2. min. Jónas á stongina, Bogi fær fatur á returinum. Brotskast til H71, og David verður vístur av vøllinum í 2. min. Peter skorar til 21-13.

45. min. Brotskast til Kyndil, og Rùni verður vístur av vøllinum í 2. min. Hjalti tekur sær av brotskastinum, og skorar til 20-13.

44. min. Rùni skorar til 20-12.

Les eisini, at Neistin vann á VÍF.

43. min. David minkar um munin til 18-12. Jónas skorar til 19-12.

41. min. H71 tekur time-out. Tórður bjargar skotinum frá Peter, hann sær ikki at H71 málið er tómt.

40. min. ??lavur og Bartal fara í skjótálop, í tí Bartal spælir bóltin til ??lav, sær tað út til at Tróndur slær Bartal í andliti, hann fær 2. min. ??lavur skorar til 18-10. Tórður skorar úr egnum málið, støðan er nú 18-11. 

39. min. David minkar um munin til 18-9.

38. min. Jónas roynir seg frá egnari hálvu tí eingin er í Kyndlamálinum, men Tórður klárar at tveita seg eftir bóltinum soleiðis hann hann ikki fer í málið.

37. min. Jens ger eina góða bjarging. Jónas brennur ein 100% møguleika. 

36. min. Kristoffur minkar um munin til 17-8. Kyndil er farin at mansverja Peter. Jóans skorar til 18-8, og Rògvi verður vístur av vøllinum í 2. min.

35. min. Nú eru 10 mál á muni, Peter rakar á stongina, og á beini hjá Jan Pauli, og fer bólturin síðani í mál til 17-7. Dánjal verður vístur av vøllinum í 2. min.

34. min. Jens bjargar skotinum frá Tummas Pauli, hann sendir Andor avstað, sum spælir til Peter, hann skorar til 16-7.

33. min. Peter skorar uppá skjótálop til 14-7. Tróndur skorar til 15-7.

32. min. Andor skorar, men tað verður dómt yvirtrakk.

31. min. So er dysturin aftur í gongd. Tað er H71 ið gevur bóltin upp. Peter skorar til 13-7.

Soleiðis byrja liðini:

H71: Jens, Dánjal, Sigmundur N., Tróndur, Peter, Andor og Jónas.

Kyndil: Jan Pauli, Rógvi, Hjalti, Niels, David og Kristoffur.

Hálvleikur: Støðan er 12-7 til H71.  Hondbóltsspæli er einki at reypa av í fyrra hálvleiki. H71 er tað betra liðið, og serliga er tað Peter ið skorar so at siga hvørja fer hann rakar á málið. Verjurnar og málverjarnir hjá báðum liðum hava staði væl. Seinastu 10. minuttirnar hava liðini tó víst betri spæl, enn restina av hálvleikinum.

30. min. Bartal verður vístur av vøllinum í 2. min. Kyndil tekur time-out (29:50).

29. min. Nú eru 4 mál á muni, David skorar til 11-7. Tróndur rakar á stongina, bólturin fer á ryggin hjá Jan Pauli, og í mál til 12-7.

28. min. Jens er nú í H71 málinum.

26. min. Peter skorar aftur fyri H71, støðan er 11-5. David minkar um munin til 11-6.

25. min. David minkar aftur um munin, støðan er 10-5.

23. min. David minkar um munin til 9-4. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av tí, og skorar til 10-4.

22. min. ??lavur minkar um munin til 8-3. Jónas skorar til 9-3, og Niels Viggo fær gult kort.

21. min. Sigmundur D. verður vístur av vøllinum í 2. min.

20. min. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av tí, og skorar til 8-2.

19. min. H71 tekur time-out. Josef verður sendur í skjótálop, men ger álopsfeil.

16. min. Kyndil tekur time-out. Bartal minkar um munin til 6-2. Rúni skorar til 7-2.

15. min. Bogi skorar uppá skjótálop til 6-1.

14. min. Peter kann gera sum hann vil, og skorar til 5-1. David á stong út. Peter ger álopsfeil.

13. min. Kyndla spælarnir hava torført við at koma til ordiligar møguleikar.

12. min. Jan Pauli hevur gjørt nakrar stórbjargingar, har H71'arnir hava 100% møguleikar. Kyndla bonkurin fær eina átalu. Peter skorar til 4-1. Jónas fær gult kort.

11. min. Bogi verður aftur vístur 2. min. av vøllinum.

10. min. Peter verður mansvardur. Jan Pauli ger eina stórbjarging, Pætur roynur seg frá veinginum.

9. min. Rúni skorar til 3-1.

8. min. Bogi verður vístur av vøllinum í 2. min.

7. min. Bogi verður sendur í skjótálop, hann rakar á stongina og út. Peter leggur H71 á odda 2-1.

6. min. Jan Pauli bjargar skotinum frá einum púra leysum Sigmundi N.

5. min. David skorar frá egnari hálvu til 1-1.

4. min. H71 spælir við 7 í álopinum, Ári og Jónas skifta millum verju og álop. 

2. min. Petur hevur lagt H71 á odda 0-1.

1. min. So er dysturin í gongd. Tað er Kyndil ið gevur bóltin upp. Hjá H71 skifta Hans Kári og Sigmundur N., millum verju og álop. Og hjá Kyndil skifta Bartal og Hjalti millum verju og álop.

Soleiðis byrja liðini:

H71: Ári, Rúni, Sigmundur D., Hans Kári, Peter, Pætur og Bogi.

Kyndil: Jan Pauli, Josef, David, Hjalti, Tummas Pauli, Ludvík og Rógvi.

H71 tekur í dag klokkan 16:00 móti Kyndli í Hoyvíkshøllini. H71 hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingina, og hava ein málmun uppá 30 mál eftir 2 dystir og fult stigatal. Kyndil hevur leikt ein dyst, og taptu teir hann tepurt móti KÍF. 

Tað ber til at fylgja dystinum í Hoyvík beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

H71: Ári Dam, Jens á Skipagøtu, , Rúni Vest Højgaard, Bogi G. Davidsen, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Peter Krogh, Danjal Tórgarð, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.

Bonkur: Sonne Larsen, Peter Sivertsen, Heri Ziska og Bartal Andreasen.

Kyndil: Jan Pauli T. Johannesen, Tórður S. Guttesen, Jóni G. Viderø, Kristoffur Kristoffersen, Josef Abrahamsen, Tummas Pauli Hanusarson, Høgni Klein Olsen, Daivd Edvardsen, Niels Viggo Niclasen, Bartal Klein Olsen, Rógvi Dal Christiansen, Tórvald Abrahamsen, Ludvík Súnason, ??lavur av Fløtum Mittún, Hjalti Mohr Jacobsen og Hørður Fannar Sigtórsson.

Bonkur: Julian J. Johansen, Bárður Johansen, Leif Kristoffersen og Dávur Clementsen.

Dómarar: Heri Petersen og Dánjal Samuelsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder