Ítróttur

Beinleiðis: H71 - Kyndil (kv)

...

2016-01-24 20:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Myndir frá dystinum koma út á jn.fo seinni.

Liðugt: Eingin ivi í hvat lið var betur. H71 fekk bara trý mál í seinna hálvleiki, meðan Kyndil fekk 16 mál. Kyndil vann dystin 11-34.

Málskjúttar: 

H71: Maria 6, Tórhalla 2, Guðrið 2 og Durita 1.

Kyndil: Turið 9, Anna 6, Gudrun 6, Bára 5, Irena 2, Bjarta 2, Ásleyg 2, Lea 1 og Súsanna 1.

60. min. Brotskast til H71, Maria tekur sær av tí, men Maja bjargar.

58. min. Lea skorar til 11-34, og Tórhalla verður víst 2. min. av vøllinum.

57. min. Bára verður víst 2. min. av vøllinum. Sunniva verður víst 2. min. av vøllinum.

56. min. Kyndil tekur time-out.

53. min. Kyndil tekur time-out. Røskva ger eina góða bjarging. Súsanna skorar til 11-33.

51. min. Bjarta skorar til 11-31. Turið verður send avstað, og skorar til 11-32.

50. min. Bjarta ger ein stórbrennara.

49. min. Turið skorar uppá skjótálop, støðan er nú 11-30.

48. min. Lív verður víst 2. min. av vøllinum.

47. min. Brotskast til H71, tað tekur Maria sær av, og minkar um munin til 11-28. H71 hevur bara fingið trý mál í seinna hálvleiki. Irena skorar til 11-29.

45. min. Brotskast til Kyndil, tað tekur Bára sær av, og skorar til 10-28.

Myndir frá dystinum koma út á jn.fo seinni.

44. min. Maja ger eina góða bjarging.

43. min. Irena skorar til 10-27.

41. min. Guðrið minkar um munin til 10-24. Anna skorar til 10-25. H71 tekur time-out. Gudrun skorar til 10-26.

40. min. Brotskast til Kyndil, Bára tekur sær av tí, og skorar til 9-24.

39. min. Turið skorar til 9-23.

38. min. Kyndil mansverja Mariu.

37. min. Brotskast til Kyndil, og Durita verður víst 2. min. av vøllinum. Irena tekur sær av brotskastinum, men Røskva bjargar. Anna skorar til 9-22.

36. min. Bjarta skorar til 9-21.

35. min. Gudrun skorar til 9-20.

34. min. Ásleyg skorar til 9-19. 

32. min. Gurðið minkar um munin til 9-18. Røskva bjargar aftur.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Maria er farin av vøllinum um skaða. Røskva ger eina góða bjarging.

Hesar byrja inni:

H71: Røskva, Guðrið, Maria, Durita, Tórhalla, Sanna og Ása.

Kyndil: Vár, Turið, Irena, Bjarta, Gudrun og Ásleyg. 

Hálvleikur: Kyndil byrjaði dystin betur, og komu á odda 1-5. H71 kom væl við aftur, og komu uppá 5-6, tá byrjaði spæli hjá Kyndli at rigga, og tær føra við 10 málum, støðan er 8-18.

30. min. Anna verður víst 2. min. av vøllinum. Vár ger eina góða bjarging.

28. min. Gudrun skorar til 8-17. Turið skorar uppá skjótálop, støðan er 8-18.

27. min. Ásleyg skorar til 8-16.

26. min. Maria minkar um munin til 8-14. Anna skorar til 8-15.

25. min. Turið og Sunniva verða báðar vístar 2. min. av vøllinum. Anna skorar til 7-14, og Tórhalla verður víst 2. min av vøllinum.

24. min. Gudrun skorar uppá skjótálop, støðan er 6-13. Durita minkar um munin til 7-13.

22. min. Gudrun skorar fyri Kyndil, og er støðan nú 6-12.

21. min. So eru fimm mál á muni, Turið skorar til 6-11.

20. min. Tórhalla minkar um munin til 6-9. Bára skorar til 6-10. H71 tekur time-out.

19. min. Bára skorar til 5-9.

18. min. Súsanna brennur ein 100% møguleika.

17. min. Nú eru trý mál á muni, Bjarta skorar til 5-8. Røskva ger eina góða bjarging.

16. min. Kyndil dekkar 3-3.

14. min. Anna skorar eitt gott mál, støðan er 5-7.

13. min. Tórhalla skorar, støðan er 5-6.

12. min. Bjarta skorar fyri Kyndil, nú eru tvey mál á muni, støðan er 4-6.

11. min. So er bara eitt mál á muni, Tórhalla skorar til 4-5. Kyndil tekur time-out.

9. min. Turið verður víst 2. min. av vøllinum.

8. min. Maria skorar aftur, støðan er nú 3-5.

7. min. Maria minkar um munin fyri H71, støðan er 2-5. Brotskast til Kyndil, Anna tekur sær av tí, men Røskva bjargar.

6. min. Ásleyg skorar til 1-5.

5. min. Brotskast til Kyndil, Anna tekur sær av tí, og skora rtil 1-4.

4. min. Turið skrorar aftur, hesuferð uppá skjótálop, støðan er 1-3.

3. min. Turið skorar til 1-2.

2. min. Anna javnar til 1-1.

1. min. So er dysturin farin í gongd. Brotskast til H71, Maria tekur sær av tí, og skorar til 1-0.

Hesar byrja inni:

H71: Røskva, Guðrið, Maria, Tórhalla, Durita, Sanna og Ása.

Kyndil: Maja, Bára, Anna, Bjarta, Guðrun, Ásleyg og Turið.

Beinleiðis hondbóltur á jn.fo.

H71: Røskva S. Nielsen, Anna T. Thomsen, Maria Jacobsen, Durita T. Joensen, Sunniva Vatnsdal, Ása K. Hansen, Guðrið á Borg, Sanna S. Gunnarstein, Margreth Petersen, Tórhalla Thorsteinsson, Maria Hallsdóttir, Barbara á Rógvi, Lív Knudsen, Sarah Sømark og Sólja E. Hansen.

Bonkur: Petur M. Johansen, Fríða Weyhe.

Kyndil: Maja Dragoljubovic, Vár H. Thomsen, Súsanna Petersen, Jórun Ludig, Bára K. Hansen, Ásleyg Súnadóttir, Bjarta Johansen, Guðrun R. Olsen, Anna Brimnes, Súna K. Hansen, Turið A. Samuelsen, Irena Dam, Lea Durhuus og Randi S. Wardum.

Bonkur: Sofus Dal Christiansen, Andrias F. Hansen, Hákun Djurhuus og Fríða Sigmundsdóttir.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder