Ítróttur

Beinleiðis: H71 - Kyndil

...

2016-01-24 23:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sí myndir frá dystinum her.

Liðugt: Seinni hálvleikur byrjaði líka sum fyrri hálvleikur, H71 komu uppá 15-10 áðrenn Kyndil hevði vent sær, men Kyndil kom við aftur í dystin, og komu uppá 21-21. H71 vann dystin 24-22.

Málskjúttar:

H71: Peter 6, Helgi 6, Jónas 5, Hilmar Leon 3, Mark 3 og Pætur 1.

Kyndil: Hjalti 7, David 6, Hørður 3, Josef 3, Finnur 2 og Høgni 1.

60. min. H71 tekur time-out. Jónas skorar til 24-22.

59. min. Peter skorar til 23-21. Josef skorar til 23-22.

58. min. Jan Pauli bjargar, men Helgi fær fatur á returinum og hann skorar til 22-21. Finnur blakar bóltin vekk.

Myndir koma út á jn.fo seinni.

57. min. So er javnleikur, Hørður skorar til 21-21.

56. min. So er bara eitt mál á muni, Hjalti skorar til 21-20. Jan Pauli bjargar.

55. min. Peter skorar til 21-19! Hilmar Leon fangar bóltin, men Kyndil fær bóltin aftur, tí hann ger dribl.

54. min. Kyndil mansverja Peter. Mark skorar til 20-18. Jan Pauli er aftur í Kyndla-málinum nú. David skorar til 20-19.

53. min. Kyndil tekur time-out. So er eitt mál á muni, Finnur skorar til 19-18, og Helgi verður vístur 2. min. av vøllinum. Ári er nú komin í H71 málið.

52. min. Bjarni og Pætur verða báðir vístir 2. min. av vøllinum. H71 mansverja David. Hørður skorar, men Arnar hevur dómt brotskast áðrenn. Hjalti tekur sær av brotskastinum, og skorar til 19-17.

Myndir koma út á jn.fo seinni.

50. min. David skorar til 19-16. Kyndil hevur skift málverja, Tórður er nú í Kyndla-málinum.

49. min. So eru aftur trý mál á muni, Finnur minkar um støðuna til 18-15. Hilmar Leon skorar til 19-15.

47. min. Brotskast til Kyndil, og Sigmundur D verður vístur 2. min. av vøllinum. Hjalti skorar sítt 5. brotskast, og støðan er 18-14.

45. min. Høgni ger ein stórbrennara, hann verður sendur í skjótálop, men klárar ikki at skora.

44. min. Kyndil hevur bara fingið fýra mál í seinna hálvleiki.

43. min. Pætur verður sendur í skjótálop, og skorar til 18-13.

42. min. Peter skorar til 17-13.

41. min. Nú eru aftur trý mál á muni, David minkar um munin til 16-13.

39. min. Sigmundur D. verður vístur 2. min. av vøllinum, og brotskast til Kyndil. Hjalti tekur sær av brotskastinum, og skorar til 16-12.

Sí myndir frá kvinnudystinum millum H71 og Kyndil her.

38. min. Brotskast til H71, tað tekur Mark sær av, og skorar til 16-11.

37. min. Kyndil tekur time-out. Hørður minkar um munin til 15-11.

36. min. Tóraldur ger aftur eina góða bjarging, og Helgi verður sendur í skjótálop, sum skorar til 15-10.

35. min. Tóraldur ger eina góða bjarging. Mark spælir ein góðan bólt til Jónas, sum skorar til 14-10.

34. min. Hørður verður vístur 2. min. av vøllinum. Hilmar Leon skorar til 13-10.

33. min. Josef minkar um munin til 12-10.

32. min. Peter skorar til 11-9. So eru trý mál á muni, Helgi skorar til 12-9.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. 

Hesir byrja inni:

H71: Tóraldur, Pætur, Peter, Sigdmundur Dahl, Mark, Hilmar Leon og Helgi.

Kyndil: Jan Pauli, Høgni, Finnur, Hjalti, David og Hørður.

Sí myndir frá kvinnudystinum millum H71 og Kyndil her.

Hálvleikur: H71 byrjaði dystin betur, og komu á odda 9-5. Kyndil kom betur við aftur, og komu uppá javnleik 9-9. Tó er tað H71 ið er á odda í hálvleikinum, støðan er 10-9 til H71. Liðini gera fitt av tekniskum feilum, og Bárður hevur fingið beinleiðis reytt kort.

30. min. Mark skorar uppá skjótálop, og Bárður fær beinleiðis reytt kort. Støðan er 10-9. 

29. min. Nú kom lív í høllina. Áskoðarnir rópa óført á síni lið.

28. min. Brotskast til Kyndil, tað tekur Hjalti sær av, og skorar til 9-9. H71 tekur time-out.

27. min. So er bara eitt mál á muni, David minkar um munin til 9-8.

26. min. Jan Pauli ger eina góða bjarging.

Sí myndir frá kvinnudystinum millum H71 og Kyndil her.

25. min. So eru tvey mál á muni, Hørður skorar til 9-7. Rúni fær gult kort.

23. min. David verður enn mansvardur. Jónas skorar til 9-5. Josef minkar um munin til 9-6.

20. min. Brotskast til Kyndil, og Hjalti minkar um munin til 8-5.

19. min. Helgi verður spældur púra leysar, og hevur ongar trupuleikar við at skorar  til 8-4. Hans Arni fær gult kort, og Kyndil tekur time-out.

17. min. Josef brennur ein 100% møguleika.

16. min. H71 mansverja David. Helgi verður vístur 2. min. av vøllinum.

15. min. Peter skorar við einum kanónskotið, støðan er 7-4.

14. min. Kyndil er aftur fullmannaðir. Jan Pauli ger eina stórbjarging, Hilmar Leon fer í skjótálop, men Jan Pauli bjargar.

13. min. Tórvald ger ein stórbrennara.

12. min. Hørður verður vístur 2. min. av vøllinum. Helgi skorar til 6-4.

11. min. Tórvald fær gult kort.

10. min. H71 er nú á odda, Hilmar Leon skorar til 5-4.

9. min. So var aftur javnleikur, Helgi skorar uppá skjótálop, støðan er 4-4.

8. min. Jónas minkar um munin til 3-4.

7. min. Brotskast til Kyndil, og Sigmundur Dahl fær gult kort. Hjalti tekur sær av brotskastinum, og skorar til 2-4.

6. min. So er Kyndil á odda, Høgni skorar til 2-3. Brotskast til H71, og Josef verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas tekur sær av brotskastinum, men Jan Pauli bjargar.

4. min. Jónas skorar til 2-1, og David fær gult kort. Josef javnar til 2-2.

3. min. Sera nógv fólk eru møtt til dystin.

2. min. So var javnleikur, David javnar til 1-1. Hans Arni og Hjalti skifta millum verju og álop.

1. min. So er dysturin farin í gongd. Peter skorar til 1-0.

Hesir byrja inni:

H71: Tóraldur, Hilmar Leon, Mark, Jónas, Peter, Pætur og Helgi.

Kyndil: Jan Pauli, Josef, David, Hans Arni, Hørður, Finnur og Høgni.

Kvinnurnar hjá Kyndli vunnu 34-11 á H71, les um tað her.

H71 tekur móti Kyndli í Coca-Cola steypakappingini hjá monnum, tað ber til at fylgja dystinum á jn.fo. Vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Jóhann Hoftgaard, Mark L. Marcher, Rúni V. Højgaard, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Nolsø, Sigmundur Dahl, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen, Petur Krogh, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.

Bonkur: Petur Mittún, Halgir D. Olesen, Jens á Skipagøtu og Petur Sivertsen.

Kyndil: Jan Pauli T. Johannesen, Tórður S. Guttesen, Hans Arni B. Thomsen, Josef Abrahamsen, Tórvald Abrahamensen, Høgni Klein Olsen, David Edvardsen, Finnur Hannson, Jóni G. Viderø, Bartal Klein Olsen, Bjarni Sørensen, Hjalti Mohr Jacobsen, Hørður Fannar Sigtórsson, Bárður Johannesen og Dávur Clementsen.

Bonkur: Julian Johansen, Leif Kristoffersen og Kristian Martin Joensen.

Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder