Ítróttur

Beinleiðis: H71 - KÍF (KÍF vann við tveimum)

...

2017-02-26 15:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: KÍF vann 25-23 á H71.

60. min. Jónas skorar til 23-24, og KÍF tekur time-out, tað eru 39. sek eftir. Rúni skorar til 23-25!
Málskjúttar:
H71: Peter 6, Jónas 6, Helgi 4, Hilmar Leon 3, Hjalti 2, Ári 1 og Sigmundur 1.
KÍF: Hans Eli 9, Andrias 5, Rùni 5, Ási 2, Tony 1, Frederik 1 og Fríði 1.

59. min. 67 sekund eru eftir, og H71 fer í álop.

58. min. Hans Eli verður nú mansvardur. Emil bjargar skotinum frá Jónas.

57. min. Andrias skorar til 21-24. H71 tekur time-out. Sigmundur D minkar um munin til 22-24.

56. min. Ási á stong út, H71 roynir at gera skjótt av, men skotið fer viðsíðurnarav.

55. min. Hans Eli skorar til 21-23, tað var hansara 9. mál. H71 blakar bóltin útav vøllinum.

54. min. Hilmar Leon minkar um munin til 21-22.

53. min. KÍF tekur time-out. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, og lobbar bóltin uppum Ára til 20-22.

52. min. Peter skrúar bóltin i málið til 20-21.

51. min. Jónas minkar um munin til 19-21.

50. min. Steðgur í spælinum, Helgi hevur fingið ilt. Helgi fer av vøllinum, sær út at hann hevur fingið ilt í knæði. Rúni skorar uppá flúgvara til 18-21.

49. min. Jónas minkar um munin til 18-20. Frederik er nú farin at hita upp.

48. min. Brotskast til H71, Jónas minkar um munin til 17-19. Andrias skorar til 17-20.

47. min. H71 roynir seg við 7 monnum í álopinum.

46. min. Peter minkar um munin til 16-19.

45. min. Andrias skorar til 15-19.

44. min. Hilmar Leon á stong út. Hans Eli skorar til 15-18. H71 tekur time-out! H71 hevur bert fingið tvey mál í seinna hálvleiki.

43. min. Hans Eli skorar til 15-17.

42. min. Emil stendur sera væl, og H71 hevur bara fingið tvey mál í seinna hálvleiki.

41. min. Brotskast til KÍF, og Helgi verður vístur 2. min. av vøllinum. Rúni tekur sær av tí, og skorar til 15-16.

40. min. Frederik hevur fingið ísposa á fótin. Rúni javnar til 15-15.

39. min. Helgi skorar til 15-14.

38. min. Jónas skorar til 14-14. Frederik fer haltandi av vøllinum.

37. min. Emil ger eina meistara bjarging.

36. min. Skotið frá Jónas fer á stongina og út.

35. min. Emil ger eina góða bjarging.

34. min. Andrias skorar til 13-14, og er hetta fyrstuferð KÍF er á odda. 

33. min. Tony verður vístur út í 2. min.

32. min. Teitur fer bóltin í málið, men hann ger yvirtrakk.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað er KÍF ið byrjar við bóltinu. Frederik janvar til 13-13.
Soleiðis byrja liðini:
H71: Jens, Hjalti, Peter, Sigmundur D. Tróndur, Helgi og Dánial.
KÍF: Emil, Teitur, Frederik, Fríði, Hans Eli, Rúni og Tony.

Hálvleikur: H71 er á odda 13-12 móti KÍF.
Málskjúttar:
H71: Peter 4, Helgi 3, Hjalti 2, Hilmar Leon 2, Ári 1 og Jónas 1.
KÍF: Hans Eli 6, Ási 2, Andrias 1, Tony 1, Fríði 1 og Rùni 1.

30. min. Hilmar Leon skorar, men hann verður dómdur fyri fet.

29. min. Sigmundur N brennur ein 100% møguleika.

27. min. Jónas skorar til 13-12.

26. min. Hans Eli javnar til 12-12.

25. min. Tony javnar til 11-11, og H71 tekur time-out. Hilmar Leon skorar uppá ein flúgvara til 12-11.

24. min. Hans Eli skorar til 11-9. Fríði minkar um munin til 11-10.

23. min. Andor roynir seg, og skotið fer langt uppum. Ári bjargar skotinum hjá Andriasi, og hann roynir seg frá egnum málið, sum hann skorar til 11-8.

22. min. Helgi skorar í eitt tómt mál til 10-7. Andrias minkar um munin til 10-8.

21. min. Hilmar Leon skorar til 9-7, og Frederik verður vístur av vøllinum í 2. min.

20. min. Hjalti skorar uppá skjótálop til 8-7.

18. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av brotskastinum, og javnar til 7-7.

17. min. Peter skorar aftur, støðan er 7-6.

16. min. KÍF tekur time-out. Hans Eli javnar til 6-6.

15. min. Helgi leggur H71 á odda 5-4. Hans Eli javnar aftur til 5-5. Peter skorar til 6-5.

14. min. Hans Eli javnar til 4-4.

13. min. H71 ger álopsfeil, KÍF ger skjótt av, men í H71 málinum bjargar Ári.

12. min. Ári bjargar skotinum frá Frederik.

11. min. Støðan er enn 4-3.

7. min. Helgi skorar til 4-2. Ási minkar um munin 4-3.

5.. min. Ási minkar um munin 3-2.

4. min. Hjalti skorar til 3-1.

3. min. Hans Eli minkar um munin 2-1.

3 min. Peter skorar til 2-0.

2. Min. Peter skorar til 0-1.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er H71 ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

H71: Ári, Rúni, Hilmar Leon, Jónas, Hjalti, Peter og Helgi.

KÍF: Emil, Frederik, Andrias, Rúni, Fríði, Tony og Hans Eli.

H71 vann seinasta vikuskiftið steypakappingina, og eru teir eisini nummar eitt í FTZ-deildini, teir taka klokkan 16:00 móti KÍF, sum er nummar trý í FTZ-deildini. Tað ber til at fylgja við dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá honum.

H71: Ári E. Dam, Jens á Skipagøtu, Hjalti Bachmann, Rúni V. Højgaard, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor í Horni Sivertsen, Helgi H. Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen, Niklas Hanusarson, Peter Krogh, Dánjal Tórgarð, Jónas G. Djurhuus og Tróndur Arge.

Bonkur: Sonne Larsen, Hans Kári Hasen, Petur Sivertsen og Bartal Andreasen.

KÍF: Emil Dam, Ragnar Gaard, Jann D. Dam, Andrias Nielsen, Karstin í Húsum, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Hjalti H. Matras, Vilhelm Magnussen, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen og Ási Dam.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

Dómarar: Thomas Juul Thomsen og Hannis Wardum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder