Ítróttur

Beinleiðis: H71 - KÍF (H71 vann ein tættan dyst)

...

2017-01-28 18:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: H71 vann 24-23 á KÍF. Sí myndir og filmsbrot her.

Málskjúttar: 

H71: Jónas 6, Pætur 4, Hilmar Leon 4, Dánjal 4, Peter 3, Ári 1, Sigmundur N. 1, Helgi 1.

KÍF: Hans Eli 5, Andrias 4, Frederik 4, Rúni 4, Ási 2, Rógvi 2, Teitur 1 og Tony 1.

60. min. Skotið frá Pætur fer viðsíðurnarav, men hann fær brotskast, og Ási verður vístur út. Dánjal skorar til 24-23. KÍF tekur time-out. Tróndur verður vístur út. Skotið frá Andrias fer á stongina, og Rùni fer fatur á returinum, Ári klárar at bjarga skotinum frá Rùna.

59. min. Skotið frá Andrias fer viðsíðurnarav málinum hjá H71.

58. min. Ári bjargar skotinum frá Rùna. Danjal javnar til 23-23.

57. min. Hilmar Leon minkar um munin til 22-23. Andrias roynir seg, skotið fer á stongina, og Frederik fer fatur á returinum.

56. min. Marcus bjargar skotinum frá Danjal. Hans Eli skorar til 21-23.

55. min. Rógvi skorar til 21-22.

54. min. So er javnleikur, Pætur skorar til 21-21. Ári roynir seg frá egnum málið, men tað eru millumetrar sum gera at hann ikki skorar.

53. min. Hans Eli skorar til 19-21. Danjal minkar um munin til 20-21.

52. min. Pætur minkar um munin til 19-20.

51. min. So eru tvey mál á muni, Ási skorar til 18-20. H71 tekur time-out.

50. min. 5 minuttir síðani H71 skoraði sítt seinasta mál. Hans Kári brennur ein 100% møguleika.

49. min. Rúni skorar til 18-19.

48. min. Andrias javnar til 18-18. Peter verður mansvardur í løtuni.

47. min. Tróndur verður vístur av vøllinum í 2. min. 

46. min. Asi minkar um munin til 18-16. Tony skorar til 18-17. Marcus bjargar skotinum frá Peter, Pætur fær fatur á returinum, men hansara skot fer viðsíðurnarav málinum.

45. min. Frederik roynir seg av høgra vongi, men skotið fer viðsíðurnarav. Sigmundur N. skorar til 18-15.

44. min. Hans Eli minkar um munin til 17-15. Fet verður dómt móti Peter.

43. min. Jónas skorar til 17-14, og KÍF tekur time-out.

42. min. Danjal skorar til 16-14.

41. min. Brotskast til KÍF, Rógvi tekur sær av tí, og Ári fer fótin á bóltin, sum síðani fer á stongina.

40. min. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av tí, Marcus í KÍF málinum bjargar.

39. min. Ári Dam skorar frá egnum málið til 15-14. Bæði liðini spæla við øllum monnum tá ið tey eru í álopð.

38. min. Marcus bjargar skotinum frá Danjal. H71 hevur bara skora eitt mál í seinna hálvleiki.

37. min. Frederik fer í skjótálop, og hann janvar til 14-14.

36. min. Marcus bjargar aftur einum skotið frá H71. Andrias minkar um munin til 14-13. H71 tekur time-out.

35. min. Dómarin Thomas Juul fer umkoll tá ið KÍF fer í skjótálop. Hans Eli minkar um munin til 14-12.

33. min. Hans Eli verður sendur í skjótálop, skotið hjá honum fer á yvirleggjarin, og H71 fær bóltin. Marcus bjargar skotinum frá Helga. Rúni minkar um munin til 14-11.

32. min. Ári bjargar, og Pætur fer í skjótálop, hann skorar til 14-10.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd, tað er H71 ið byrjar seinna hálvleik. Bæði liðini hava ein spælara útvístan.

Hesir byrja inni: 

H71: Pætur, Peter, Hilmar Leon, Jónas, Danjal og Sigmundur N.

KÍF: Marcus, Rógvi, Frederik, Tony, Rúni og Fríði.

Hálvleikur: H71 er á odda 13-10 móti KÍF.

Málskjúttar:

H71: Jónas 5, Peter 3, Hilmar Leon 3, Helgi 1 og Pætur 1.

KÍF: Frederik 3, Andrias 2, Rúni 2, Teitur 1, Hans Eli 1 og Rógvi 1.

30. min. Brotskast til KÍF, og Helgi verður vístur út í 2. min. Rógvi kemur inn at taka sær av tí, og skorar til 12-10. Peter skorar til 13-10.

29. min. Hans Eli minkar um munin til 11-9. Brotskast til H71, og Andrias verður vístur út í 2. min. Jónas tekur sær av brotskastinum, og skorar til 12-9.

28. min. Jónas skorar aftur, støðan er 11-8. H71 hevur spælt nøkur álop nú við 7 í álopinum.

27. min. Jónas skorar til 10-7. Andrias minkar um munin til 10-8.

25. min. Hilmar Leon skorar aftur, og støðan er 9-7. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, og aftur hesufer bjargar Ári í málinum hjá H71.

24. min. Hilmar Leon skroar til 8-7.

23. min. Hans Kári forar KÍF at fara í skjótálop, og tí fær hann eina útvísing. Rúni javnar til 7-7 av vinstra vongi.

22. min. Brotskast til KÍF, Rúni tekur sær av tí, Ári í H71 málinum bjargar.

21. min. So er H71 á odda, Peter skorar uppá skjótálop til 7-6. KÍF tekur time-out.

20. min. Marcus bjargar skotinum frá Peter.

19. min. Marcus bjargar skotinum frá Hilmar Leon.

17. min. Frederik skorar til 5-6. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av tí, og skorar til 6-6.

16. min. Bogi brennur ein 100% møguleika.

15. min. Ási sendur Hans Eli ein flúgvara, sum Ári klárar at bjargar uppá. H71 fer í skjótálop, sum teir skorar uppá til 5-5.

14. min. Andrias skorar fyri KÍF til 4-5.

13. min. Brotskast til H71, og tað tekur Jónas sær av, hann javnar til 4-4.

10. min. Helgi rakar stongina, og Pætur fær gult kort. Hilmar Leon minkar um munin til 3-4. H71 tekur time-out.

9. min. Frederik skorar til 2-4.

8. min. Brotskast til H71, Danjal tekur sær av tí, og lobbar bóltin uppum Marcus, men lobbarin fer á yvirleggjarin.

7. min. Verjan hjá H71 klárar ikki at halda Frederik, sum skorar til 2-3.

6. min. Teitur skorar uppá skjótálop til 1-2. Pætur skorar frá høgra vongi til 2-2.

4. min. Gott verjuspæl frá Hans Eli ger at Pætur ikki fær skotið. Ári bjargar skotinum frá Frederik.

3. min. Ári bjargar skotinum frá Frederik. Rùni skorar til 0-1. Helgi javnar til 1-1.

2. min. Marcus bjargar skotinum frá Hilmar Leon, H71 fær bóltin aftur, og aftur bjargar Marcus, hesufer skotinum frá Helga. Hans Eli brennur eitt skjótálop.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er KÍF ið byrjar dystin. Fyrsta skotið frá Ása fer viðsíðurnar av málið.

Hesir byrja inni:

H71: Ári, Danjal, Hilmar Leon, Helgi, Peter, Hans Kári og Pætur.

KÍF: Marcus, Teitur, Frederik, Ási, Hans Eli, Rùni og TOny.

Myndir frá kvinnudystinum millum Kyndil og H71 kunnu síggjast her.

H71 tekur í kvøld móti KÍF í Faxe Kondi steypakappingini hjá monnum. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis her á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn. Dysturin byrjar klokkan 19:00.

H71: Ári E. Dam, Ragnar Mouritsen, Rúni V. Højgaard, Bogi G. Davidsen, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor í Horni Sivertsen, Helgi H. Hoydal, Hilmar Leon Jakobsen, Peter Krogh, Dánjal Tórgarð, Jónas G. Djurhus og Tróndur Arge.

Bonkur: Sonne D. V. Larsen, Mark K. Marcher, Petur Sivertsen og Bartal Dahl Andreassen.

KÍF: Emil Dam, Andrias Nielsen, Tony Weyhe, Teitur Joensen, Jákup Trygvason, Hjalti H. Matras, Vilhelm Magnussen, Frederik Sørensen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rógvi Weyhe, Fríði Weyhe, Rúni Joensen, Ási Dam og Marcus Mølbjerg.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen, Zeljko Jotic og Magnus D. Jacobsen.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder