Ítróttur

Beinleiðis: H71 - KÍF (steypakapping)

...

2016-02-07 22:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Myndir, samrøður og seinasta løtan koma út á jn.fo seinni.

Liðugt: H71 vann 25-20 á KÍF, og er í steypafinaluni.

Málskjúttar: 

H71: Mark 6, Jónas 5, Tróndur 4, Peter 3, Hilmar Leon 2, Pætur 2, Helgi 1, Hans Kári 1 og Ári 1.

KÍF: Tony 6, Hans Eli 5, Rúni 3, Teitur 3, Andrias 2 og Rógvi 1.

60. min. Hans Kári skorar til 25-19. Tony minkar um munin til 25-20.

59. min. H71 tekur time-out. Hans Eli ger álopsfeil.

58. min. Bonkurin hjá H71 fær 2. min. Brotskast til KÍF, tað tekur Hans Eli sær av, og skorar til 24-19.

56. min. Teitur minkar um munin til 24-18.

55. min. Pætur skorar til 24-17.

54. min. Teitur minkar um munin til 23-17.

53. min. Drál verður dómt móti KÍF. Tony minkar um munin til 23-16.

52. min. Pætur verður vístur 2. min. av vøllinum.

51. min. Andrias minkar um munin til 22-15. Mark skorar til 23-15, og tað var hansara 6. mál.

50. min. Hilmar Leon skorar til 22-14. KÍF tekur time-out.

49. min. Emil bjargar. 

48. min. Peter skorar til 21-14. Andrias verður mansvardur.

47. min. Brotskast til H71, og Tony verður vístur 2. min. av vøllinum. Jónas tekur sær av brotskastinum, men rakar á stongina og út. 

46. min. H71 tekur time-out. 

45. min. Rúni minkar um munin til 20-13. Tony minkar um munin til 20-14, tað var uppá skjótálop. Bonkurin hjá KÍF fær gult kort.

44. min. Sera gott verjuspæl frá Hans Eli.

43. min. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av brotskastinum, og skorar til 20-12, tað var hansara 5. mál.

42. min. H71 ger álopsfeil. Hans Eli minkar um munin til 19-12.

41. min. Rúni skorar eitt flott mál, støðan er 19-11.

40. min. Hilmar Leon skorar uppá skjótálop, støðan er 19-10. Stegður í spælinum, Emil liggur.

39. min. Peter skorar til 18-10.

38. min. Peter skorar til 17-10.

37. min. Teitur minkar um munin til 16-9. Rógvi skorar uppá skjótálop, og støðan er 16-10.

36. min. Mark fer av vøllinum við skaða.

34. min. Mark skorar til 16-8, og Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum.

32. min. Mark skorar til 15-8.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. Tony skorar uppá skjótálop, og støðan er 14-8.

Hesir byrja inni:

H71: Ári, Hans Kári, Peter, Jónas, Mark, Tróndur og Sigmundur N.

KÍF: Jaspur, Fríði, Andrias, Tony, Rógvi, Rúni og Hans Eli. 

Hálvleikur: H71 er nógv tað betra liðið á vøllinum, so at siga alt riggar hjá H71, og einki hevur riggað hjá KÍF í fyrra hálvleik. Eftir 23. min. var støðan 10-3, hálvleiksstøðan er 14-7 til H71.

Málskjúttar: 

H71: Jónas 4, Tróndur 4, Mark 3, Helgi 1, Pætur 1 og Ári 1.

KÍF: Hans Eli 3, Tony 2, Andrias 1 og Rúni 1.

30. min. Hans Eli minkar um munin til 14-7.

29. min. Ári bjargar. Jaspur ger eina stórbjarging.

28. min. Tony minkar um munin til 13-6. Jónas skorar til 14-6, tað var hansara 4. mál.

27. min. KÍF skifta aftur málverja, Jaspur er nú í KÍF málinum. Rúni fær eina sera bíliga útvísing. Tróndur skorar til 13-5, og Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum.

26. min. KÍF mansverja Peter. Jónas skorar til 12-5.

25. min. Mark skorar til 11-4. Rúni minkar um munin til 11-5.

24. min. Andrias skorar til 10-4.

23. min. Hans Kári fær gult kort. Tony minkar um munin til 10-3. Emil bjargar.

22. min. Tróndur skorar til 10-2, og tað var hansara 3. mál. Andrias fær gult kort. KÍF tekur time-out.

20. min. H71 tekur time-out, støðan er 8-2. Steðgur í spælinum, Peter liggur og Rúni verður vístur 2. min. av vøllinum. Peter er farin av vøllinum. Mark skorar til 9-2.

19. min. Teitur brennur ein 100% møguleika.

18. min. Rógvi fær gult kort.

16. min. Brotskast til H71, Jónas tekur sær av tí, og hann skorar til 8-2.

15. min. Tróndur skorar til 7-2.

14. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, og støðan er 6-2.

13. min. Emil bjargar. Rúni rakar á stongina og út.

12. min. Brotskast til KÍF, og Mark verður vístur 2. min. av vøllinum. Hans Eli tekur sær av brotskastinum, og hann minkar um munin til 6-1. KÍF mansverja Peter í løtuni.

11. min. Ári skorar frá egnum málið, støðan er 6-0. Tróndur verður vístur av vøllinum í 2. min.

10. min. Nú spæla KÍF við 7 í álopinum.

9. min. Pætur skorar til 5-0 uppá skjótálop. KÍF tekur time-out. Teitur ger seg kláran at spæla í bláu troyggjuni. Emil er nú komin í KÍF málið.

8. min. Mark skorar til 4-0, og Teitur verður vístur av vøllinum í 2. min.

7. min. Tróndur fær gult kort. Sera nógv fólk eru í høllini.

4. min. Hesir eru inni: Helgi skorar til 3-0. Teitur fær gult kort.

H71: Ári, Tróndur, Mark, Jónas, Peter, Pætur og Helgi.

KÍF: Jaspur, Teitur, Andrias, Tony, Rógvi, Rúni og Hans Eli.

3. min. Ári ger eina stórbjarging. Jónas skorar til 2-0.

2. min. Tróndur skorar til 1-0.

1. min. Dysturin er settur í gongd.

Netið í høllini er eitt óstabilt.

Seinna hálvfinalan millum H71 og KÍF er á skránni í Hoyvík klokkan 17:00. KÍF vann fyrra dystin 23-21, og tað er soleiðis, at stendur tað á jøvnum, so kemur liðið víðari sum hevur skotið flest útivallamál. Taå bert til at fylgja dystinum beinleiðis á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Sí toppskjúttalistan her.

H71: Ári E. Dam,Tóraldur Kollsker, Mark Lausen Marcher, Rúni V. Højgaard, Djóni V. Højgaard,Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Oddur Bech, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø,Andor Sivertsen, Hilmar Leon Jakobsen, Peter Krogh, Jónas Djurhuus og TróndurArge.

Bonkur: PeturMittún, Halgir Dahl Olesen, Jens á Skipagøtu og Petur Sivertsen.

KÍF: Emil Dam,Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Tony Weyhe, Teitur Joensen, RógviWeyhe, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnson, Rúni Joensen, Jákup Trygvasonog Ási Dam.

Bonkur: JeppeBorch, Eddie H. Joensen og Magnus D. Jacobsen

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Ingvar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder