Ítróttur

Beinleiðis: H71 - KÍF

...

2015-12-13 21:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Myndir frá dystinum koma út á JN.fo seinni.

Málskjúttar:

H71: Peter 8, Mark 5, Pætur 2, Sigmundur N 1, Helgi 3, Hans Kári 2 og Jónas 3.

KÍF: Hans Eli 9, Andrias 5, Rúni 3 og Teitur 2.

Liðugt: H71 var betra liðið og vann eisini 24-19. Tað var eitt tíðarskeið at KÍF bara fekk fýra mál uppá 25. min.

60. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, men Johan bjargar. Andrias minkar um munin til 24-19. 

59. min. Jónas skorar til 24-18.

58. min. H71 tekur time-out. Helgi skorar til 23-18.

57. min. Teitur minkar um munin, nú eru fýra mál á muni, støðan er 22-18. Peter brennur ein 100% møguleika.

56. min. So skorar Hans Eli aftur uppá skjótálop, støðan er 22-17. Mál nummar 9 hjá honum.

55. min. Sær út til at Rùni(KÍF) rakar stong út, staðin fyri stong inn. Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum.

54. min. Hans Eli skorar aftur, støðan er nú 22-16. Hans Eli hevur fingið 8 mál.

53. min. Mark skorar hansara 5. mál, støðan er nú 22-15.

52. min. Hans Eli minkar um munin uppá skjótálop, mál nummar sjey hjá honum, og støðan er nú 21-15.

50. min. KÍF tekur time-out. Rúni skorar eitt flott mál fyri KÍF, støðan er 21-14.

49. min. Andrias minkar um munin, støðan er 20-13. Mark skorar, og er støðan nú 21-13.

48. min. Tony verður vístur 2. min. av vøllinum. Peter skorar til 20-12, mál nummar 8 hjá honum. Rógvi og Helgi verða báðir vístur 2. min. av vøllinum.

47. min. KÍF hava tað sera torført at fáa mál, seinastu 23. minuttirnar hava teir bara fingið  fýra mál.

46. min. Jónas skorar til 19-12.

45. min. Góð bjarging frá Jaspur í KÍF málinum.

43. min. Hans Eli minkar um munin til 17-12, mál nummar 6 hjá Hans Eli. Helgi skorar fyri H71, støðan er nú 18-12.

42. min. Peter sum júst er komin inná vøllin fyri fyrstu fer í seinna hálvleiki skorar til 17-11, mál nummar sjey hjá Peter.

40. min. Hans Eli minkar um munin til 16-11. Hans Eli hevur nú fingið 5 mál.

39. min. Rúni verður vístur 2. min. av vøllinum.

37. min. KÍF tekur time-out. Tóraldur bjargar aftur.

36. min. Emil hevur eina góða bjarging, men dómarnir døma brotskast, Jónas tekur sær av tí, og skorar til 16-10.

35. min. Hans Kári skorar aftur, nú er støðan 15-10.

34. min. Hans Kári skorar til 14-10. Tóraldur hevur tvær góðar bjargingar.

33. min. Andrias minkar um munin, støðan er nú 13-10.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd. 

Hesir byrja inni:

H71: Tóraldur, Pætur, Hans Kári, Sigmundu D., Helgi, Mark og Rúni.

KÍF: Emil, Teitur, Hans Eli, Rúni, Andrias, Tony og Jákup.

Hálvleikur: H71 er á odda 13-9. Dysturin byrjaði sera javnt, liðini skiftust við at skora mál, men tá góðir 5. minuttir restaðu í av fyrra hálvleiki tók H71 time-out, tá var støðan 9-8. Eftir tað fingu H71 rætta nøkur ting, og kundu fara til hálvleiks við einari leiðslu uppá 4 mál, støðan er 13-9.

Málskjúttar: H71: Peter 6, Mark 3, Pætur 2, Sigmundur N 1 og Helgi 1. KÍF: Hans Eli 4, Andrias 2, Rúni 2 og Teitur 1.

30. min. Brotskast til KÍF, Hans Eli tekur sær av tí, og skorar til 13-9.

29. min. Pætur skorar til 13-8.

28. min. So vóru fýra mál á muni, Mark skorar til 12-8.

27. min. Brotskast til KÍF, Rùni tekur sær av tí, men Tóraldur hevur lisi hann av og bjargar. Thomas Juul gevur Peter nøkur orð, har hann sigur at hann skal steðga við einum ella øðrum.

26. min. So var H71 á odda 11-8, Peter skorar og tað var hansara 6. mál.

25. min. H71 tekur time-out. Nú er H71 á odda við tveimum, Peter skorar til 10-8, og tað var hansara fimta mál.

23. min. So var H71 á odda, Mark skorar til 9-8.

22. min. Teitur setur allar av, og skorar til 7-8. So javnar Peter til 8-8, Peter hevur nú fingið 4 mál.

21. min. Andrias verður vístur 2. min. av vøllinum. Sigmundur N. javnar til 7-7.

20. min. So var KÍF aftur á odda, Andrias skorar til 6-7. Sera góð bjarging frá Emil. 

19. min. Pætur skorar eitt sera gott mál, nú var aftur javnleikur, støðan er 6-6.

18. min. KÍF tekur time-out. Brotskast til KÍF, og Peter verður vístur fyri aðru fer av vøllinum. Rúni tekur sær av brotskastinum, og skorar til 5-6.

17. min. Hans Eli skorar uppá skjótálop, støðan er 4-5. Mark javnar fyri H71, støðan er 5-5.

16. min. So var aftur javnleikur, Rúni skorar til 4-4.

15. min. Peter verður vístur 2. min. av vøllinum.

14. min. Andrias við einum stórbrennara. So var H71 á odda, Peter skorar til 4-3.

13. min. Emil bjargar aftur. So var aftur javnleikur, Peter javnar til 3-3.

12. min. Teitur verður vístur 2. min. av vøllinum.

11. min. So var KÍF aftur á odda, Hans Eli skorar til 2-3.

9. min. Tóraldur bjargar aftur. So var javnleikur, Peter javnar fyri H71.

7. min. Tóraldur bjargar. Verjurnar og málverjarnir eru komnir væl frá byrjan. Helgi minkar um munin fyri H71, støðan er 1-2.

5. min. So er KÍF á odda 0-2, Hans Eli skoraði. Emil aftur við einari bjarging.

4. min. Emil aftur við einari bjarging.

2. min. Andrias hevur lagt KÍF á odda 0-1. Emil hevur eina góða bjarging.

1. min. So er dysturin settur í gongd.

Hesir byrja inni:

H71: Tóraldur, Tróndur, Peter, Helgi, Jónas, Mark og Hans Kári.

KÍF: Emil, Teitur, Andrias, Tony, Rógvi, Rúni og Hans Eli.

Oddadystur er á skránni í Hoyvík klokkan 16:00, tá H71 tekur móti KÍF í FTZ-deildini. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á JN.fo, har vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

H71: Ári E. Dam, Tóraldur Kollsker, Johan Hofgaard, Mark Lausen Marcher, Rúni V. Højgaard, Djóni V. Højgaard, Pætur Thomsen, Hans Kári Hansen, Oddur Bech, Sigmundur Dahl, Sigmundur Nolsø, Andor Sivertsen, Helgi Hoydal, Petur Krogh, Jónas Djurhuus og Tróndur Arge.

Bonkur: Petur Mittún, Halgir Dahl Olesen, Jens á Skipagøtu og Petur Sivertsen.

KÍF: Emil Dam, Pætur H. Skýlindal, Jaspur Joensen, Andrias Nielsen, Fríði Weyhe, Poul F. Egholm, Teitur Joensen, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Rógvi Weyhe, Rúni Joensen, Jákup Trygvason, Ási Dam og Tony Weyhe.

Bonkur: Jeppe Borch, Eddie H. Joensen og Magnus D. Jacobsen.

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S. Thomsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder