Ítróttur

Dráttur er í finaluni eftir at hava vunnið 3-1 á KÍF - myndir

...

2015-01-18 01:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

KÍF og Dráttur hava í kvøld spælt semifinalu í steypakappingini hjá kvinnum. Lagt var upp til ein tættan dyst, tí seinast liðini leiktu vann Dráttur 3-2.

Tað var KÍF, sum kom betri frá byrjan og løgdu seg á odda 8-5, men tá kom gongd á spælið hjá Drátti og tær vunnu tí 1. sett 25-18.

Tað var eisini KÍF, sum kom betri frá byrjan í 2. setti, men sama søgan vísti seg at henda, Dráttur vendi gongdini og vann 25-16.

Les eisini: Kristina: Alt hjá okkum koyrdi, sum tað skuldi.

3. sett, skuldu vísa seg at vera ørvísi, KÍF kom tó á odda aftur og førdu 11-4, men Dráttur vann seg so uppaftur og komu framum 20-19, men KÍF vann 3. sett 25-21. Tá kundi kanska hugsast at sama søga fór at koma aftur í hesum dystinum, sum dystinum beint framanundan, har TB vendi 0-2, til at vinna 3-2 á Fleyr.

Tað sást tíðuliga, at Drátta-kvinnurnar vóru meira klárar til 4. sett, tær komu framum 4-0, áðrenn KÍF fekk sítt fyrsta stig. KÍF kom aldrin orduliga inní dystin aftur, Dráttur vann 4. sett 25-18, og eru tí í steypafinaluni.

Les eisini: Ruth: Í ár skuldi tað verða.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder