Ítróttur

Beinleiðis: Føroyar - Serbia

...

2015-01-10 23:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hesir 7 byrja inni í dag: Rói Berg Hansen, Eirikur Simonsen, Kjartan Johansen, Áki Egilsnes, Allan Norðberg og Helgi Hoydal. Kjartan skiftir við Trónd Arge í verjuni.

Tað eru farnir 3. min. av dystinum, og Serbia hevur lagt seg á odda 1-0.

4. min. Støðan er nú 1-2 til Serbia.

5. min. Nú er javnleikur 2-2.

Les eisini:Sáttmálin við Jacob Jonsson longdur í 2 ár.

7. min. Serbia hevur lagt seg á odda 3-2.

8. min. Serbia hevur nú lagt seg tvey mál framum, støðan er 4-2.

9. min. 5-2 til Serbia.

10. min. Føroyar hevur minka um munin, støðan er nú 5-3 til Serbia.

11. min. 6-3 til Serbia.

12. min. 7-3 til Serbia.

13. min. Føroyar hevur fingið eitt mál afturat, støðan er nú 7-4 til Serbia. Serbia hevur eisini fingið eitt mál, so støðan er 8-4.

14. min. Føroyar hevur skora til 8-5.

Les eisini um mótstøðuna hjá Føroyum her.

15. min. 9-5 til Serbia.

16. min. 9-6 til Serbia.

19. min. Enn er støðan 9-6.

20. min. Serbia fær straffi, og leggur seg framum 10-6.

21:31: Føroyar hevur tikið time-out.

23. min. Serbia hevur nú lagt seg framum við fimm málum, støðan er 11-6. Føroyar hevur minka um munin til 11-7.

24. min. 12-7 til Serbia.

25. min. Føroyar hevur aftur fingið mál, støðan er nú 12-8.

26. min. 13-8 til Serbia.

27. min. Føroyar hevur aftur minka munin niður á fýra mál, støðan er 13-9.

28:34: Serbia hevur tikið time-out.

29. min. Bæði liðini hava fingið mál, støðan er tí 14-10.

Hálvleikur.

Man fær pengarnar 40 ferðir aftur, um man setur á, at Føroyar vinnur. Um man tippar at Serbia vinnur, fær man pengarnar 1,001 ferðir aftur.

Málskjúttar higartil fyri Føroyar.

Áki 1
Allan 2

Eirikur 2
Helgi 1
Julian 2
Rói 2
Niklas hevur havt 8 bjargingar.

So er dysturin ígongd aftur.

31. min. Serbia hevur lagt seg á odda 15-10.

32. min. Føroyar hevur aftur minka um munin til fýra mál. Støðan er 15-11.

33. min. 16-11 til Serbia. Serbia fær eisini eina útvísing.

34. min. Aftur fýra mál á muni, støðan er 16-12.

35. min. Nú eru trý mál á muni. 

37. min. Serbia hevur skora, og støðan er 17-13. Aftur trý mál á muni, støðan er 17-14.

38. min. Tvey mál á muni nú!

39. min. Serbia hevur aftur lagt seg á odda við trimum málum. Støðan er 18-15.

40. min. Nú eru aftur fýra mál á muni og støðan er 19-15.

41. min. Føroyar skorar uppá straffi, støðan er nú 19-16. Serbia skorar.

42. min. Føroyar brenna uppá straffi. Føroyar skorar til 20-17.

43. min. 21-17 til Serbia.

44. min. Serbia er nú aftur á odda við fimm málum. Serbia skorar eitt afturat, støðan er nú 23-17.

45. min. Føroyar hevur tikið time-out.

46. min. Serbia er nú á odda 24-17.

47. min. 25-17 til Serbia nú.

48. min. 26-18 til Serbia.

50. min. Serbar skora aftur, støðan er 27-18. Serbia hevur nú lagt seg á odda við 10 málum.

51. min. Sær út til at føroyska liðið er stegða upp, serbar skroa til 29-18.

52. min. Føroyar hevur minka um munin til 29-19.

53. min. Nú er Serbia komi uppá 30 mál.

54. min. Serbia er nú á odda 31-19.

56. min. Føroyar hevur nú fingið 20 mál.

57. min. 32-20 til Serbia. Føroyar hevur tikið time-out.

58. min. 33-20 til Serbia. Føroyar fær eisini mál, so støðan er 33-21.

59. min. Serbia skorar til 34-21.

Liðugt: Serbia vann 34-21.

HSF: Føroyska U21 landsliðið megnaði at fylgja við sterku serbunum í 40 minuttir tá støðan var 15-17. Eftir hetta byrjaðu kreftirnar at ganga undan. Serbarnir høvdu frí ígjár, meðan føroyingarnir høvdu ein harðan dyst. Bakketan hjá føroyum arbeiddi sera hart allan dystin, men hevði ikki meira at geva til endans og so skrædnaði.

Endaliga úrslitið gjørdist 34-21 eftir 14-10 í hálvleikinum. Eitt góðkent avrik, har allir góvu tað teir høvdu. Dysturin í morgin millum Grikkaland og Serbia er avgerandi um Føroyar enda nummar 2 ella 3 í bólkinum

Málskjúttar:
Rói Berg Hansen 6
Áki Egilsnes 3
Allan Norðberg 3
Eirikur Simonsen 2
Helgi Hoydal 2
Julian Olsen 2
Kjartan Johansen 2
Pætur Thomsen 1

Niklas Simonsen 9 bjargingar
Tóraldur Kollsker 2 bjargingar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder