Ítróttur

Beinleiðis: Føroyar - Makedonia

...

2016-12-02 19:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Makedonia vann 21-19 á Føroyum. Makedonia var tað betra liðið á vøllinum. Føroysku spælarnir stríddust væl, men gjørdu ov nógvar feilir. 

Málskjúttar:

Føroyar: Anna 7, Kristianna 4, Ninna 4, Turið 3 og Brynja 2.

Makedonia: Sara 6, Teodora 4, Jovana 3, Elena 2, Maja 2, Elena 2, Dushica 1 og Zorica 1.

60. min. Brynja minkar um munin til 19-21. Makedonia tekur time-out.

59. min. Fríða ger eina góða bjarging.

58. min. Føroyar taka time-out.

56. min. Sara skorar til 18-21.

55. min. Teodora skorar til 17-20. Turið minkar um munin til 18-20.

54. min. Jovana skorar til 17-19. Makedonia tekur time-out.

53. min. Anna skorar til 17-18, tað var hennara 7. mál.

52. min. Brynja vinnur Føroyum eitt brotskast, Kristianna tekur sær av tí, og skorar til 16-18.

51. min. Fríða ger eina góða bjarging.

50. min. Teodora skorar til 15-18. Anna brennur ein 100% møguleika.

49. min. Nú royna Føroyar seg við 7 í álopinum. Anna minkar um munin til 15-17.

48. min. Sara fer í skjótálop, og skorar til 14-17. Føroyar taka time-out.

47. min. Jovana skorar til 13-16, eftir sera gott uppspæl. Kristianna minkar um munin fyri Føroyar, støðan er 14-16.

46. min. Marija verður víst av vøllinum í 2. min.

45. min. Brynja fangar bóltin í uppspælinum hjá Makedonia, og kann hon tí fara í skjótálop og skorar til 13-14. Zorica skorar til 13-15.

44. min. So er Makedonia á odda við tveimum, Sara skorar til 12-14. 

42. min. Teodora leggur Makedonia á odda 12-13.

41. min. Fríða bjargar, men bólturin fer út til innkast til Makedonia.

39. min. Anna brennur ein upplagda møguleika. Fríða ger eina góða bjarging. Ninna javnar til 12-12.

38. min. Brotskast til Føroyar, Anna tekur sær av tí, og minkar um munin til 11-11. Elena leggur Makedonia á odda 11-12.

36. min. Marija í Makedoni tekur ein 100% møguleika frá Báru Hansen.

35. min. Dajana verður víst út í 2. min. Anna minkar um munin til 10-11.

34. min. Turið minkar um munin til 9-10, og Sara verður víst út í 2. min. Maja skorar til 9-11.

33. min. Elena skorar til 8-10.

32. min. Eir verður víst út í 2. min.

31. min. So er dysturin settur í gongd aftur, tað er Makedonia ið byrjar. Jovana leggur Makedonia á odda 8-9.

Hesar byrja:

Føroyar: Fríða, Turið, Ninna, Bjarta, Anna, Brynja og Eir.

Makedonia: Mateja, Sara, Elena, Dushica, Ivana, Elena og Jovana.

Hálvleikur Føroyar 8-8 Makedonia. Makedonia byrjaði dystin betur, og føroysku spælarnir gjørdu nógvar feilir. Føroyar tók time-out eftir 13. min. tá var støðan 3-6. Eftir tað fekk Føroyar betur skipað seg, og komu aftur í dystin.

Málskjúttar:

Føroyar: Anna 3, Kristianna 2, Ninna 2 og Turið 1.

Makedonia: Sara 3, Dushica 1, Elena 1, Teodora 1, Elena 1 og Jovana 1.

29. min. Elena ger fet hjá Makedonia.

27. min. Elena javnar fyri Makedonia til 8-8.

26. min. Makedonia royna at gera flúgvara, men tað riggar ikki. 

24. min. Sara hjá Makedonia brennur ein 100% møguleika. So er Føroyar á odda, Anna skorar til 8-7.

23. min. Turið javnar uppá skjótálop, støðan er 7-7.

21. min. Aftur brotskast til Føroyar, Ninna tekur sær av tí, men nýggi málverjin hjá Makedonia tekur tað.

20. min. Brotskast til Føroyar, Ninna tekur sær av tí, og skorar til 6-7.

19. min. Brotskat til Makedonia, Sara tekur sær av tí, og skorar til 5-7.

17. min. Makedonia tekur time-out. Fríða ger eina bjarging. Ninna rakar á stongina, hon fær tó fatur á returinum. 

16. min. Føroysku spælarnir gera nógvar feilir.

15. min. So er eitt mál á muni, Ninna minkar um munin til 5-6.

14. min. Kristianna minkar um munin til 4-6.

13. min. Jovana skorar til 3-6. Føroyar taka time-out.

12. min. Nú hava Føroyar tvær útvísingar, Ninna verður víst út í 2. min. Sara skorar fyri Makedonia til 3-5.

11. min. Kristianna fær gult kort.

10. min. Bjarta verður víst 2. min. av vøllinum. Fríða ger eina góða bjarging.

9. min. Kristianna rennur gott aftur, og ger at Makedonia ikki sleppir til skot.

8. min. Turið fær gult kort. Dushica skorar til 3-4.

7. min. So er javnleikur, Anna javnar til 3-3.

6. min. Teodora hevur lagt Makedonia á odda 1-3. Anna minkar um munin til 2-3.

5. min. Anna tekur sær av brotskastinum, hon lobbar bóltin uppum málverjan, men tvørtræði er fyri, so hon fær ikki mál.

4. min. Makedonia skorar, men dómt verður fet. Bjarta vinnur Føroyum brotskast.

3. min. Kristianna javnar til 1-1. Elena skorar til 1-2 til Makedonia. 

2. min. Sara leggur Makedonia á odda 0-1. 

1. min. So er dysturin settur í gongd. Tað er Føroyar ið byrjar við bóltinum.

Hesar byrja inni:

Føroyar: Fríða, Turið, Bára, Kristianna, Ninna, Anna og Bjarta.

Makedonia: Mateja, Jovana, Teodora, Dajana, Dushica, Sara og Marija.

Føroyska kvinnulandsliðið spælir í kvøld HM-undankappingardyst móti Makedonia. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis her á JN.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn.

Sí myndir frá dystinum millum Ísland og Eysturríki her.

Makedonia: Marija Prlenda, Ivana Gakidova, Dushica Gjorgjievska, Andrea Beleska, Zorica Despodovska, Natasha Nolevska, Elena Gjeorgjievska, Mateja Serafimovska, Marija Nikolikj, Teodora Keramichieva, Maja Trpkovska, Dajana Jovanocska, Sara Ristovska, Elena Livrinikj, Jovana Sazdovska og Natasha Antikj.

Bonkur: Sime Simovski, Alexander Carchev, Toshe Ristovski og Emil Urginovski.

Føroyar: Fríða Petersen, Lilja Mohr, Bára K. Hansen, Eir M. Berg, Bára K. Mortensen, Bjarta O. Johansen, Kristina H. Joensen, Anna A. Brimnes, Suna K. Hansen, Turið A. Samuelsen, Margit W. Fríðmundsdóttir, Brynja Høj, Birtia Jacobsen, Viviann Petersen, Pernille Brandenburg og Ninna Katrina Johansen.

Bonkur: Andreas F. Hansen, Scott Harrington, Nicholas Satchwell og Beinta B. Hansen

Dómarar: Boris Mandak og Mario Rudinsky

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder