Ítróttur

Beinleiðis: Føroyar - Kýpros (málverjin bjargaði Kýpros á strikuni)

...

2017-01-13 20:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Liðugt: Kýpros vann 20-19 á Føroyum. Málverjin og verjan hjá Føroyum stóðu væl, men tá tað er sagt, so brendu føroysku leikarnir alt alt ov illa. Føroyar hvødu eitt skoringsprosent uppá 38%.
Málskjúttar:
Hans Eli 5, Rókur 5, Selvig 4, Julian 2, Rúni 1, Allan 1 og Tony 1.

60. min. Føroyar taka time-out, 31 sek eftir. Tveir hjá Kýpros fáa útvísing seinastu 6. sek. Selvig tekur eitt fríkast tá ið tíðin er farin, og málverjin fer akkurát bjarga tí.

59. min. Lars bjargar, men vongurin fær fatur á returinum, sum hann skorar uppá til 19-20.

58. min. Lars bjargar! Allan royndir seg av høgra vongi, men skotið fer viðsíðurnarav.

57. min. Rúni javnar til 19-19, av vinstra vongi. Julian mansverjir Julios. Kýpros tekur time-out. Føroyar hava eitt skoringsprosent uppá 40% og Kýpros hevur 53%.

56. min. Aftur brotskast til Kýpros, og skora teir eisini uppá tað til 18-19. Kýpros fær eina útvísing.

55. min. Álopsfeilur verður dómdur móti Selvig.

54. min. Julian skorar til 18-17! Brotskast til Kýpros, og Tony verður vístur út í 2. min. Niklas kemur inn at royna at bjarga brotskastinum. Hann hálvbjargar, og Kýpros javnar til 18-18.

53. min. Ein feilur frá Julian mundi kosta okkum nógv, men Lars bjargar.

52. min. So er aftur javnleikur, Lars roynur seg frá egnum málið, men Julian tekur bóltin og javnar til 17-17. Bonkurin hjá Kýpros fær eina útvísing.

51. min. Eingin málverji er í málinum hjá Kýpros, og so roynur Rókur seg av egnari hálvu og minkar um munin til 16-17, tað var hansara 5. mál.

50. min. Kýpros skorar til 15-17.

49. min. Christos skorar eitt sera vakurt mál til 14-16. Selvig minkar um munin til 15-16. Føroyar hava eitt skorings prosent uppá 36, og Kýpros hevur eitt uppá 52%.

48. min. Allan skorar til 14-15.

47. min. Brotskast til Kýpros.

46. min. Kýpros verður dómt fyri álopsfeil. Føroyar taka eitt hart tiltrongt time-out.

44. min. Andrias fangar bóltin og fer í skjótálop, aftur ger málverjin eina stórbjarging. Strikan hjá Kýpros skorar til 13-14.

42. min. So er Kýpros á odda, vinstri vongur skorar til 12-13. Føroyar skifta nú málverja, Ári kemur inn fyri Lars. Rókur javnar til 13-13, og Kýpros fær eina útvísing.

41. min. Hans Eli brennur ein 100% møguleika, málverjin hjá Kýpros hevur staðið ótrúliga væl í dag.

40. min. Tróndur brennur ein 100% møguleika av strikuni, og ein hjá Kýpros verður vístur út í 2. min.

38. min. Bogi prøvar seg av á vinstra vongi, men málverjin bjargar uttan trupuleikar. Brotskast til Kýpros, og Bogi verður vístur út í 2. min. Kýpros skorar uppá brotskastið til 12-12.

37. min. Hans Eli skorar til 12-10! Strikan minkar aftur um munin til 12-11.

36. min. So er bert eitt mál á muni, strikan hjá Kýpros minkar um munin til 11-10. 

35. min. Kýpros tekur time-out. Kyprós hevur tikið málverjan út, og spæla við tveimum strikum. Miðan hjá Kýpros minkar um munin til 11-9. Tony prøvar seg av miðuni, málverjin klárar akkurát at renna aftur í málið og bjarga.

34. min. Hans Eli skorar til 11-8. Kýpros ger álopsfeil. Brotskast til Føroyar, Julian tekur sær av tí, men málverjin bjargar.

33. min. Lars byrjar flúgvandi, bjargar aftur.

32. min. Lars bjargar, og Føroyar gera skjótt av, tað endar við at Tony skorar til 10-8. Lars bjargar aftur.

31. min. So er seinni hálvleikur í gongd, Føroyar byrja við bóltinum
Hesir byrja inni:
Føroyar: Lars, Bogi, Hans Eli, Tróndur, Selvig, Andrias og Ròkur.

Hálvleikur: Føroyar eru á odda 9-8! Verjan hjá Føroyum stendur væl, men í álopinum brenna vit sera nógv. Besti maður á vøllinum í fyrra hálvleiki er málverjin hjá Kýpros.

Málskjúttar: Hans Eli 3, Selvig 3 og Ròkur 3.

30. min. Tony verður sendur í skjótálop, men bólturin verður kastaður ov langt. Selvig skorar í tí klokkan ringir til hálvleik, Føroyar eru á odda 9-8!

29. min. Rókur javnar til 8-8.

28. min. Hans Eli verður sendur í skjótálop, og hann javnar til 7-7. Kýpros er nú aftur á odda, støðan er 7-8.

26. min. Kýpros leggur seg aftur á odda. Málverjin bjargar skotinum frá Tony.

25. min. Kýpros tekur time-out. Lars bjargar, sendir bóltin skjótt avstað, og tað endar við brotskastið til okkum, Hjalti kemur inn at taka sær av tí, men skotið fer langt uppum.

24. min. Kýpros ger álopsfeil, og bonkurin hjá teimum fær gult kort. Hans Eli hevur møguleikan at leggja Føroyar á odda, men skotið fer viðsíðurnarav málinum.

23. min. Selvig spælir ein góðan bólt inn til Ròkur á strikuni, sum javnar til 6-6!

21. min. Strikuspælarin hjá Kýpros skorar til 4-6. Rókur minkar um munin til 5-6. Føroyar fara í skjótálop, Rókur roynir seg, men aftur stórbjargar málverjin. 

19. min. Selvig roynir seg, men skotið fer viðsíðurnarav.

18. min. Kýpros skorar, men tað verður dómt fet.

17. min. Kjartan brennur aftur, men vil hava brotskast. Kýpros ger álopsfeil, Føroyar gera skjótt av, og tað endar við at Selvig minkar um munin til 5-4. Julios verður vístur út í 2. min.

16. min. Kjartan brennur av høgra vongi. Lars bjargar.

15. min. Hans Eli ger fet. Kýpros ger álopsfeil.

14. min. Ein føroyskur spælari ger yvirtrak. Lars ger eina góða bjarging, men tað verður dómt brotskast, sum Kýpros skorar uppá til 3-5.

12. min. Rúni er nær við at javna til 4-4, men lobbarin fer viðsíðurnarav.

11. min. Nú er Kýpros aftur á odda.

10. min. Kýpros ger álopsfeil.

9. min. Julios skorar til 2-3. Málverjin hjá Kýpos hevur fingið eina flúgvandi byrjan. Hans Eli javnar til 3-3.

7. min. Selvig brennur ein 100% møguleika.

6. min. Lars sendir Hans Eli í skjótálop, og hann javnar til 2-2.

5. min. Hans Eli brennur av vinstra vongi.

4. min. Christos leggur Kýpos á odda 1-2.

3. min. Selvig javnar til 1-1.

2. min. Eftir tvær góðar royndir frá føroysku spælarnum, fáa Kýpros eitt mál uppá skjótálop.

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er Kýrpos ið byrjar við bólintum. Themistoklis fær fyrstu royndina hjá Kýpros, og hann rakar á stongina, og føroysku spælarnir eru fyrst á bóltinum.

Hesir byrja inni:
Føroyar: Lars, Selvig, Kjartan, Rúni, Tony, Rókur og Hans Eli.

10. min. áðrenn dystarstart: Høllin er ikki fullsett enn, men her eru fitt av áskoðarum.
12. min. áðrenn dystarstart: Bestu skjúttarnir hjá Kýpros eru Julios, Georgios, Dimitris og Christos.

A-landsliðið spælir í kvøld EM-undankappingardyst móti Kýpros, og sunnudagin spæla teir móti Grikkalandi. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn, dysturin byrjar klokkan 20:00.

Føroyar: Lars Black Larsen, Helgi Hoydal Hildarson, Tróndur Kragesteen, Rúni Joensen, Hjalti Jacobsen, Niclas Selvig, Andrias Eriksen, Allan Norðberg, Kjartan Johansen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Ári Dam, Bogi Gaard Davidsen, Tony Hammer Weyhe, Niklas Simonsen, Julian Olsen og Rókur Akralíð Nielsen.

Bonkur: Kári Nielsen, Birgir Hansen, Jákup Durhuus og Beinta Bendix Laursen. 

Kýpros: Christoforos Nungovitch, Themistoklis Tsivikos, Evangelos Costa, Yiannos Nikiforou, Vassilis Demosthenous, Julios Argyrou, Christos Chrysanthou, Kyriakos Sophocleous, Georgios Stylianou, Andreas Miltos Markides, Dimitris Nikiforou, Marios Trimithiotis, Savvas Zografos, Marios Mina, Xenios Kyproanou og Christos Argyrou.

Bonkur: Kypros Matthaiou, Apostolos Michail, Andreas Andreou og Nicolas Michael.

Dómarar: Vadims Jaskins og Aduards Zabko.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder