Ítróttur

Beinleiðis: Føroyar - Ísrael (Føroyar vunnu 31-25!!!)

...

2017-01-07 18:46 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Føroyar vann 31-25!

Málskjúttar:

Helgi 3, Sjúrður 3, Áki 3, Hilmar Leon 3, Pætur 4, Rói 6, Kjartan 3, Fríði 2, Jónas 3 og Torkil 1.

60. min. Ísrael skorar til 31-25.

59. min. Torkil skorar til 31-24!

58. min. Hørður ger eina góða bjarging. Áki skorar til 30-24.

57. min. Sjúrður skorar til 29-24! 

56. min. Brotskast til Ísrael, og Kjartan verður vístur út. Rotem skorar uppá brotskastið, støðan er 28-24.

55. min. Hilmar Leon skorar til 28-22! Eden skorar til 28-23.

54. min. Ran minkar um munin til 27-22.

53. min. Rotem verður vístur út í 2. min. Sjúrður skorar til 27-21!

52. min. Hilmar Leon skorar til 26-21!

50. min. Helgi verður spældur leysur á strikuni, men brennur.

49. min. Sjúrður skorar til 25-21! Brotskast til Ísrael, Niklas bjargar brotskastinum.

48. min. Hørður bjargar, men Ísrael fær bóltin aftur. Itamar minkar um munin til 24-21. Føroyar taka time-out.

45. min. Ísrael hava tvey tey seinastu álopini roynt seg frá egnari hálvu, men teir klára ikki at raka málið. Helgi vinnur Føroyum eitt brotskast, og Mor verður vístur út. Jónas tekur sær av tí, og skorar til 24-20.

44. min. Hadar minkar um munin til 23-20, og Rói verður vístur út.

43. min. Rói fær fatur á returinum hjá Pætur, og Rói skorar til 23-19! Ísrael tekur time-out.

42. min. Shai verður vístur út í 2. min.

40. min. Ísrael ger álopsfeil. Hilmar Leon skorar til 22-19!

39. min. Pætur Thomsen skorar til 21-19!

38. min. Kjartan hevur lagt Føroyar á odda 20-19.

37. min. Eden skorar til 18-19, tað var hansara 7. mál. Helgi javnar til 19-19.

36. min. Shai verður vístur út í 2. min.

35. min. Pætur skorar til 18-18.

34. min. Rothem skorar frá egnari hálvu til 17-18.

33. min. Teis verður vístur út í 2. min. Mor javnar til 17-17.

32. min. Ísrael brennur ein 100% møguleika.

31. min. Seinni hálvleikur er nú settur í gongd. Tað er Ísrael ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

Føroyar; Hørður, Pætur, Brandur, Helgi, Teis, Fríði og Pætur.

Ísrael: Tom, Dorel, Sahar, Eden, Itamar, Mor og Shai.

Hálvleikur: Støðan er 17-16 til Føroyar. Ísrael setti frá byrjan av nógv tempo á dystin, og føroysku leikarnir hava eisini spælt skjótan hondbólt. Ísrael førdi ein stóran part av fyrra hálvleiki, men nú móti endanum hevur Føroyar klára at hála seg framum!

Málskjúttar:

Rói 5, Helgi 2, Áki 2, Pætur 2, Kjartan 2, Fríði 2 og Jónas 2.

30. min. Ísrael ger álopsfeil.

29. min. Pætur Thomsen hevur lagt Føroyar á odda 17-16!

28. min. Pætur Thomsen hevur javnað til 16-16! Ísrael tekur time-out.

27. min. Brotskast til Føroyar, Rói tekur sær av tí, og skorar sítt 5. mál støðan er 15-16.

26. min. Hørður ger eina stórbjarging. Hadar skorar til 13-15. Fríði skorar til 14-15. Mor skorar til 14-16.

25. min. Rói brennur ein 100% møguleika. Føroyar skifta málverja, Hørður kemur inn fyri Niklas. Fríði vinnur Føroyum eitt brotskast, Rói tekur sær av tí, og skorar til 13-14.

24. min. David skorar til 11-14. Fríði skorar til 12-14.

23. min. Eden skorar uppá skjótálop til 11-13.

22. min. Jónas minkar um munin til 11-12.

21. min. Fríði ger álopsfeil. Tað eru nógvir áskoðarar komnir til dystin, eini 800-1000 fólk.

19. min. Itamar skorar til 10-12. Føroyar taka time-out.

18. min. Eden skorar til 9-11. Áki minkar um munin til 10-11!

17. min. Mor skorar til 9-10. Eden brennur eitt skjótálop.

16. min. Jónas finnur Helga á strikuni, og hann skorar til 9-8. Ísrael javnar til 9-9.

14. min. Brotskast til Ísrael, og Kjartan verður vístur út í 2. min. Eden tekur sær av brotskastinum, og skorar til 7-8. Áki verður sera væl dekkaður. Brotskast til Føroyar. Rói tekur sær av tí, og javnar til 8-8.

13. min. Dorel skorar til 6-7. Jónas javnar til 7-7.

11. min. Ísrael ger álopsfeil. Rói javnar við einum sera flottum málið. Niklas bjargar!

10. min. Áki minkar um munin til 5-6.

9. min. Dorel skorar til 4-6.

8. min. Rói skorar uppá skjótálop, og er støðan nú 4-5.

7. min. Fríði fer av vøllinum við skaða. Kjartan minkar um munin til 3-4. Mor skorar til 3-5.

6. min. Helgi minkar um munin til 2-3. Eden skorar til 2-4.

5. min. Eden skorar uppá skjótálop til 1-2, og Áki fær gult kort. Rotem skorar uppá skjótálop til 1-3.

4. min. Eden javnar til 1-1.

3. min. Kjartan skorar til 1-0! 

2. min. Mor verður vístur út í 2. min. Ísrael dekkar 5-1. Jónas og Teis skifta út millum verju og álop.

1. min. So er dysturin settur í gongd. Tað er Føroyar ið byrjar við bóltinum. Mor fær gult kort.

Hesir byrja inni:

Føroyar: Niklas, Kjartan, Áki, Jónas, Fríði, Rói og Helgi.

Ísrael: Tom, Mor, David, Rotem, Shai, Sahar og Eden.

Eftir flotta úrslitið í gjár, tekur føroyska liðið í dag móti Ísrael, sum tapti fyri Finnlandi í gjár. Dysturin byrjar klokkan 18:00, og tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo.

Sí myndir frá dystinum í gjár her.

Les eisini: 

Helgi: Vit settu dagsskránna móti sterka Sveis-liðnum

Ingi: Vit kunnu fara allan vegin

Føroyar: Niklas Simonsen, Helgi Hoydal Hildarson, Sjúrður Olsen, Áki Egilsnes, Pætur Mikkjalsson, Hilmar Leon Jakobsen, Pætur Johansen, Pætur Thomsen, Rói Berg Hansen, Kjartan Johansen, Fríði Hammer Weyhe, Hørður Trygvasson, Brandur Halgirsson, Jónas Gunnarsson Djurhhus, Torkil Hentze Mørk og Teis Horn Rasmussen. 

Bonkur: Kári Nielsen, Ingi Olsen, Jákup Djurhuus og Beinta Bendix Laursen.

Ísrael: Ran Yonish, Mor Avnaim, Eden Gingihashvili, Rotem Segal, Shai Natan, Dorel-Nehorai Ben Saadon, Sahar Shahak, David Pinchasi, Lior Kaplan, Sergey Noskov, Tom Shem Tov, Hadar Masliyah, Itamar Almosninos, Aviv Liefer, Rotem Bar og Noam Atishkin.

Bonkur: Rafael Koth, Aleksandar Brkovic, Buligan Tomici Alexandru og Roberto Schnapp.

Dómarar: Stephen Martens og Angelo Verdonck.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder