Ítróttur

Beinleiðis: Føroyar - Grikkaland (grikkar vunnu)

...

2017-01-15 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Grikkaland vann 26-24 á Føroyum. Grikkaland var ikki nógv betri enn føroyska liðið, høvdu føroysku spælarnir rakt dagin, so høvdu teir kunnu vunni dystin. Okkara brendu alt ov illa, og seinnu helvt av seinna hálvleiki fingu grikkar ov løtt mál.

Málskjúttar: Julian 5, Allan 4, Hans Eli 3, Hjalti 3, Rókur 3, Tony 2, Tróndur 1 og Andrias 1.

60. min. Julian minkar um munin til 23-26. Tony skorar til 24-26.

59. min. Grikkar skora aftur, støðan er 22-26.

58. min. Aftur bjargar málverjin hjá grikkum einum føroyskum skotið. Grikkar taka time-out. Grikkar skora til 22-25.

56. min. Allan skorar til 22-24.

55. min. Grikkar fáa eina útvísing. Hjalti minkar um munin til 21-23. Grikkar skora til 21-24.

54. min. Rókur minkar um munin til 20-23.

53. min. Grikkar skorar til 19-21. Grikkar skorar tvey skjótálop til 19-22 og 19-23.

52. min. Andrias brennur av høgra vongi.

51. min. Brotskast til grikkar, sum teir skorar uppá til 19-20.

50. min. Julian javnar til 19-19.

49. min. Hjalti skorar til 18-18. Grikkar leggja seg aftur á odda, støðan er 18-19.

48. min. Grikkar hava lagt seg á odda 17-18.

47. min. Gott gjøgnumbrot frá Hans Eli endar við málið til 17-16. Grikkar gera sera skjótt av, og javna til 17-17. Føroyar taka time-out.

46. min. Grikkar javna til 16-16.

45. min. Lars stórbjargar.

44. min. Hans Eli skorar til 16-15.

43. min. Tróndur brýtur seg væl ígjøgnum, men brennur. Grikkar javna til 15-15.

42. min. Julian verður sendur ein flúgvara, men brennur.

41. min. Hans Eli ger álopsfeil, og fer 2. min. Grikkar brenna ein 100% møguleika.

40. min. Tony leggur Føroyar á odda 15-14!

39. min. Vinstri vongur hjá grikkum javnar til 14-14

38. min. Grikkar hava enn ikki skorað í seinna hálvleiki.

37. min. Hjalti ger fet.

36. min. Grikkar gera álopsfeil

35. min. Rókur roynur seg uppá langskot, málverjin bjargar, og Rókur fær fatur á returinum, sum hann skorar uppá til 14-13.

34. min. Andrias brennur ein 100% møguleika. Andrias skorar uppá skjótálop til 13-13!

32. min. Føroyar gera skjótta av, og bólturin verður spældur til Rók, sum minkar um munin til 12-13.

31. min. So er seinni hálvleikur settur í gongd, tað eru grikkar ið byrja seinna hálvleik.

Hesir byrja inni:

Lars, Hjalti, Tony, Rókur, Helgi, Julian og  Andrias.

Hálvleikur: Grikkar eru á odda 13-11 móti Føroyum í hálvleikinum. Teir føroysku spælarnir brenna alt ov illa aftur í dag. Føroyar havav eitt skoringsprosent uppá 50, og Grikkaland hevur 65%.

Málskjúttar: Selvig 3, Julian 3, Allan 3, Hans Eli 1 og Tróndur 1.

30. min. Grikkar skorar til 11-13. Álopsfeilur verður dómdur móti Føroyum.

28. min. Tróndur minkar um munin til 11-12. Bonkurin hjá grikkum fær gult kort.

27. min. Selvig minkar um munin til 10-11. Grikkar skorar aftur, støðan er 10-12.

26. min. Grikkar hava nú lagt seg á odda 9-11.

25. min. Grikakr skorar til 9-10. Ein grikki verður útvístur.

24. min. Allan verður sendur í skjótálop, men brennur. Føroyar taka time-out. Tróndur vinnur Føroyum eitt brotskast. Hjalti tekur sær av tí, og javnar til 9-9.

23. min. Julian minkar um munin til 8-9 av vinstra vongi. Grikkar hava eitt skoringsprosent uppá 60, og Føroyar 46.

22. min. Vinstir vongurin skorar aftur, hann skúar bóltin í málið til 7-9.

21. min. Vinstri vongur hjá grikkum skorar til 6-8. Julian minkar um munin til 7-8.

20. min. Grikkar taka time-out.

19. min. Grikkar skorar uppá at Føroyar sløsa bóltin, støðan er 6-7.

18. min. Allan javnar til 6-6, og tað var hansara 3. mál.

17. min. Hans Eli á stong út. Vinstri vongur hjá grikkum skorar til 5-6. Niklas ger eina framúr bjarging.

16. min. Grikkar javna til 5-5.

15. min. Málmaðurin hjá grikkum bjargar skotinum frá Hjalta.

14. min. Julian skorar uppá skjótálop til 5-4.

13. min. Julian brennur av vinstra vongi. 

12. min. Allan brennur ein 100% møguleika. Grikkar javnar við tveimum í undirtalið. 

11. min. Grikkar fáa eina útvísing. Grikkar fáa eina útvísing afturat.

10. min. So eru Føroyar á odda, Allan skorar til 4-3 uppá skjótálop.

9. min. So eru grikkar á odda 2-3. Allan javnar til 3-3 av høgra vongi.

8. min. Hans Eli á stong út.

7. min. Grikkar javna aftur til 2-2.

Les eisini: Selvig: Deiligt at spæla fyri Føroyar.

6. min. Niklas hevur gjørt onkrar góðar bjargingar.

5. min. Skotið frá Selvig fer uppum málið.

4. min. Selvig brýtur ígjøgnum á høgra bakki, og skorar til 2-0! Grikkar minkað um munin til 2-1.

3. min. Allan ger álopsfeil. Hjá Føroyum skifta Tony og Julian millum verju og álop. Grikkar hava longu fingið tvey gula kort.

2. min. Hans Eli skorar til 1-0!

1. min. So er dysturin settur í gongd, tað er Føroyar ið byrjar við bóltinum.

Hesir byrja inni:

Í málinum: Niklas

Høgri vongur: Julian

Hørgi bakkur: Hans Eli

Miða:  Hjalti

Vinstri bakkur: Selvig

Vinstri vongur: Allan

Strika: Rókur

Føroyar spæla í dag sín seinna undankappingardyst, at koma í undankappingina í EM. Skal Føroyar spæla seg víðari, skulu teir vinna við 5 málum. Tað ber til at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo, vit fara at hava beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum.

Føroyar: Lars Black Larsen, Helgi Hoydal Hildarson, Tróndur Kragesteen, Rúni Joensen, Hjalti Jacobsen, Niclas Selvig, Andrias Eriksen, Allan Norðberg, Kjartan Johansen, Hans Eli Sigurbjørnsson, Ári Dam, Bogi Gaard Davidsen, Fríði Hammer Weyhe, Niklas Simonsen, Julian Olsen og Rókur Akralíð Nielsen.


Bonkur: Kári Nielsen, Birgir Hansen, Jákup Durhuus og Beinta Bendix Laursen. 

Grikkaland: Konstantinos Tsilimparis, Garufalos Bagios, Loannis Basmalis Gomaz, Evaggelos Arampatzis, Panagiotis Nikolaidis, Christodoulos Mylonas, Charalampos Mallios, Nikolaos Loizos, Adam Papadopoylos, Petros Boukovinas, Vyron Papadopoulos, Spyridon Cheroyveim, Petros Kandilas, Anastasios Papadionysiou, Andreas Araplopoulos og Efstathios Zampounis.

Bonkur: Georgios Vasileiadis, Nikolaos Grammatikos og Pavlos Kalavazis.

Dómarar: Valdims Jaskins og Aduards Zabko.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder