Ítróttur

Beinleiðis: Føroyar - Ungarn - Ungarn vann við 9 málum

...

2017-07-24 16:57 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Liðugt: Ungarn vann dystin 32-23 á Føroyum. Føroyar spæla sína 1/8 part finalu móti Frankaríki klokkan 14:00 mikudagin.

60. min. Jónas fær eina útvísing í 2. min. og brotskast til Ungarn, sum teir skora uppá til 23-31. Ungarn skorar til 23-32.

59. min. Kjartan skorar men dómt verður 3. metrarkast áðrenn.

58. min. Jónas á stongina og út.

57. min. Ungarn skorar til 22-30. Rói minkar um munin til 23-30.

56. min. Ungarn skorar til 21-29. Pætur Thomsen minkar um munin til 22-29.

55. min. Kjartan tekur sær av brotskastinum, men skotið fer viðsíðurnarav. Ungarn tekur time-out. Teis fær útvísing, og tað var hansara 3. og tí fær hann reytt kort.

54. min. Ungarn skorar til 21-28. Spælari hjá Ungarn fær beinleiðis reytt kort. Brotskast til Føroyar.

53. min. Ungarn skorar til 21-27.

52. min. Niklas bjargar. Áki ger álopsfeil.

51. min. Føroyar taka time-out.

50. min. Ungarn skorar til 21-25. Ungarn skorar uppá skjótálop til 21-26.

49. min. Málverjin bjargar skotinum frá Áka, og Ungarn ger skjótt av, og skorar til 20-24. Áki skorar til 21-24.

48. min. Teis verður vístur av vøllinum í 2. min.

47. min. So eru bara 3 mál á muni. Rói skorar uppá skjótálop til 20-23.

46. min. Jónas skorar til 19-23. Rói verður sendur í skjótálop, men brennur ein 100% møguleika.

Sí beinleiðis stroyming her.

45. min. Føroyar taka time-out. Føroyar spæla nú soleiðis: Niklas, Pætur Thomsen, Rói, Teis, Jónas, Áki og Pætur Mikkjalsson.

44. min. Ungarn skorar til 17-23. Niklas bjargar. Rói minkar um munin til 18-23.

43. min. Niklas bjargar, men Ungarn fær bóltin aftur.

41. min. Ungarn skorar til 17-22.

40. min. Rói minkar um muni ntil 17-21 uppá skjótálop.

39. min. Jónas minkar um munin til 16-20. Ungarn skorar til 16-21.

38. min. Helgi minkar um munin til 15-19. Ungarn skorar til 15-20.

37. min. Ungarn skorar til 13-19. Áki skorar til 14-19, og fær ilt. Ein spælari hjá Ungarn fær 2. min.

36. min. Ungarn ger álopsfeil. Áki minkar um munin til 13-18.

35. min. Málverjin hjá Ungarn bjargar skotinum frá Pæturi T.

34. min. Helgi ger álopsfeil.

33. min. Brotskast til Føroyar, Jónas tekur sær av tí, og skotið fær uppum.

31. min. Seinni hálvleikur er nú í gongd.

Føroyar byrja soleiðis: Niklas, Pætur Thomsen, Áki, Rói, Fríði, Teis og Helgi.

Sí beinleiðis stroyming her.

Hálvleikur: Støðan er 12-18 til Ungarn. Sum støðan er nú, so er tað Frankaríki ið Føroyar møta í 1/8 part finaluni.

30. min. Ungarn skorar til 12-18.

29. min. Pætur Mikkjalsson minkar um munin til 12-17.

28. min. Ungarn skorar uppá skjótálop til 11-17. Dòmarnir døma ikki nógv til Føroyar.

27. min. Ungarn skorar til 11-16.

26. min. Pætur Mikkjalson fær ein góðan møguleika, men skorar ikki.

25. min. Helgi fær gult kort. Brotskast til Ungarn, føroyski málverjin bjargar, men Ungarn skorar uppá returin til 11-15.

Sí beinleiðis stroyming her.

24. min. Strikuspælarin hjá Ungarn skorar til 11-14.

23. min. Høgri vongur hjá Ungarn skorar til 11-13.

22. min. Rói minkar um munin til 11-12 uppá skjótálop. Ungarn tekur time-out. 

21. min. Ungar skorar til 9-12. Helgi minkar um munin til 10-12.

Um Føroyar vinna dystin, so skulu vit spæla móti Slovenia í 1/8 part finaluni, men um vit tapa dystin er tað Frankaríki ið stendur fyri okkum í 1/8 part finaluni.

20. min. So er Ungarn á odda 8-11. Føroyar taka time-out. Pætur Thomsen minkar um munin til 9-11.

19. min. Ungarn skorar til 8-10.

18. min. Fríði minkar um munin til 8-9.

17. min. Aftur brotskast til Ungarn, teir skora aftur, støðan er nú 7-8. Tað var teirra 5. brotskast. Ungarn skorar uppá skjótálop til 7-9.

16. min. Pætur skorar aftur nú er javnt 7-7.

15. min. Pætur Thomsen minkar uppá skjótálop til støðuna 6-7.

14. min. Ungarn skorar til 5-7.

13. min. Kjartan minkar um munin til 5-6.

11. min. Ungarn skorar aftur í tómt føroyskt mál til 3-6. Jónas minkar um munin til 4-6.

10. min. Ungarn kastar frá egnari hálvu í tómt føroysk mál til 2-5. Kjartan minkar um munin til 3-5.

9. min. Brotskast til Føroyar og útvísing í 2. min til Ungarn. Teis kemur á vøllin at taka sær av tí, málverjin hjá Ungarn bjargar. Brotskast til Ungarn, og Fríði fær 2. min útvísing. Teir skora uppá brotskastið, og støðan er nú 2-4.

7. min. Aftur brotskast til Ungarn, og aftur skora teir, støðan er nú 2-3.

Sí beinleiðis stroyming her.

3. min. Fríði skorar til 2-1. Ungarn fær aftur brotskast, sum teir aftur skora uppá til 2-2.

2. min. Brotskast til Ungarn, sum javna til 1-1.

1. min. Dysturin er nú í gongd. Helgi skorar til 1-0.

Hilmar Leon Jacobsen er ikki við í hópinum í dag.

Føroyar og Ungarn spæla seinasta dystin í bólkaspælinum nú klokkan 18:00, vit fara at fylgja dystinum beinleiðis á jn.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder