2015-06-20 03:21
Beinir er komin heim til Føroya í summarfrí, har hann fer at spæla á Voxbotn. Tá Beinir gav út fløguna ???Kom við??? fyri 2 árum síðan, var fyrsta útgávukonsertin hjá honum á Voxbotn. Nú er hann júst fyltur 15 ár og hevur ment seg nógv sum sangara og gittarspælara.
Beinir spældi á Frigg í maimánað, men hevur ikki framført í Føroyum síðan á jólum, tá hann og beiggin Rani, saman við Rakul Ró í Kulum Rótum og Mariu á Lakjuni vóru á lítlari konsertferð í Klaksvík, Vestmanna og trimum útseldum konsertum á Reinsarínum.
Beinir lovar børnum og vaksnum eina góða konsert á Voxbotn og gleðir seg at sleppa at spæla fyri føroyskum áhoyrarum aftur við sínum bólki.
Voxbotn 2015 verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni. Umframt Beinir, eru poppkometirnar John Martin og Michel Zitron, kendir frá Swedish House Mafia, Samantha Fox, X-Factor stjørnan Jógvan, tungmálmslegendan Udo, elektropopduoin Byrta, fólkarokkarin Marius Ziska, rappararnir Swangah, Ester Kristianssen, Eyðun & Terji, Marni Kruse, Holgar, Signar & John, Døgg Nónsgjógv, trubadururin Stanley og divairnar í Flammu avdúkaði, meðan Gluntan og Sunrise fara at spæla til Bryggjudansin á Voxbotn.
Forsølan til Voxbotn 2015 hevur gingið serstakliga væl, tí tað er longu útselt. Tó eru nøkur barnaatgongumerki eftir, sum fáast í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald