2016-03-05 13:42

Bjargingarbáturin í Klaksvík, Rescue Ziska hjálpti í morgun einum báti til lands.
Báturin fekk motarbrek, tá hann var staddur norðanfyri, Ziska fór av Klaksvík klokkan 06:30, og var hjá bátinum klokkan 07:40. Ziska tók bátin uppá sleip, og sleipaði hann til Klaksvíkar, Ziska var á Klaksvík um gott 10-tíðina í morgun við honum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald