2015-09-28 13:22
KVF: Um trý-tíðina í nátt fór ein bátur á land í Urðini á Steininum ella Akralíð, sum er eystantil í Suðuroynni, millum Hvalba og Tvøroyri.
Sambært Sjóbjargingarstøðini, MRCC, og politinum er talan um 25 metra langa danska bátin Globus. Sambært MRCC gjørdist róðrið í ólagi, og tí fór báturin á land.
Trý fólk eru við bátinum og teimum veit væl við. Loðsbáturin á Tvøroyri fór til hjálpar og sleipaði bátin avaftur. Báturin lekur ikki.
Loðsbáturin lá hjá Globusi til Brimil kom á staðið tíðliga í morgun. Brimil sleipar nú danska bátin til Havnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald