2017-05-20 14:22

Fleiri enn 100 bátar vóru við í siglingini av Fútakletti inn á Vestmanna, har bátastevnan verður hildin í góðveðrinum í dag.
Í sundinum var tó eitt lot, ættin var landsynningur eystan, men inni á Vestmanna er fínasta veður.
Tað gekk skjótt norður á Vestmanna, tað var rennandi vestfall tá ið bátarnir fóru av Fútakletti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald