Mentan

Bátastevnan 2015 í tríggjar dagar

...

2015-03-01 19:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hósdagin 14. mai, fríggjadagin 15. mai og leygardagin 16. mai verður árliga Bátastevnan.

Bátastevnan varð upprunaliga ætlað til hugnaliga samveru fyri bátafólki. Seinni hevur tað víst seg, at nógv onnur fólk vilja savnast. Umframt bátar er stevnan nú víðkað til eisini at umfata kamping, motorsúkklur o.m.a. Skipað verður fyri ymsum tiltøkum fyri allar aldursbólkar. Tvey tjøld verða sett upp, har øll tiltøkini verða. Matsøla verður allar stevnudagarnar í sera hugnaligum umhvørvi á kei-økinum.

Aftaná innsiglingina av Fútakletti leygardagin 16. mai fáa øll ókeypis suppu og okkurt leskiligt afturvið í stóra tjaldinum.

Hósdagin 14. mai verður Countrykonsert, har m.o. Hallur Joensen, Kristina Bærentsen og Sofus Hansen (Halleluja Sofus) luttaka.

Fríggjdagin 15. mai verður undirhald fyri børn og ung. Um kvøldið verður ???Upp á tá??? sending í stóra tjaldinum við Elisi Poulsen send beinleiðis í útvarpinum.

Leygardagin 16. mai verður tann stóri dagurin við felagsinnsigling av Fútakletti inn á Vestmanna, bjargingarroynd við sjóverjuskipi og tyrlu, suppa, tónleikur. Um kvøldið verður stórdansur við Hans Jakku Hjelm og norska dansibandorkestrinum Holmsve.

Bátastevnan hevur verið hildin á hvørjum ári síðan 2002. Undirtøkan hevur verið sera góð. Seinnu árini hevur stevnan verið framúr væl vitjað.

Nærri kunning verður á heimasíðuni www.bs.fo um m.a. tiltøk, bílegging av bátaplássum og plássum til húsvognar, umframt keyp av atgongumerkjum o.a..

Vælkomin á Bátastevnu í Vestmanna í mai 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder