JN

Bátahylurin á Válinum letur upp seinru helt av august ella fyrst í september

...

2017-06-26 16:48 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bátahylurin á Válinum letur upp seinru helt av august ella fyrst í september 2017


Á fíggjarætlanini fyri 2017 var peningur settur av til dýping og bátabrúgvar í bátahylinum á Válinum, og er tað arbeiðið nú liðugt. Arbeiðsmenninir hjá kommununi hava hampa um omankoyringina til hylin, so nú er tað koyrandi við persónbili.

Pláss eru fyri 35 bátum við teimum brúgvum, sum nú er lagdar út. Tað eru 31 umsóknir komnar inn um pláss, so tað eru bara heilt fá tøk pláss eftir.
Fyri at bátahylurin skal verða, so góður sum møguligt áðrenn hann letur upp, legði borgarstjórin fram uppskot um eykajáttan fyri trygdarútgerð, rimaverk, vatn, el o.a. á seinasta bygdaráðsfundi og uppskotið varð samtykt.

??tlanin er at bátahylurin á Válinum tískil letur upp seinru helt av august ella fyrst í september 2017. Tá skuldi arbeiðið við at leggja el, vant, rimaverk og liðuggerð av vegnum verið liðugt.
Tað hevur tikið langa tíð hjá spentum bátaeigarum í Kvívíkar kommunu at bíða eftir, at bátahylurin kann takast í brúk. Tó er einki at ivast í, at bátaeigarar í kommununi nú kunnu gleða seg, tað skrivar Kvívíkar kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder