Politikkur

Bátahylurin á Válinum klárur at brúka á vári 2017

...

2016-12-14 23:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Avtala er nú gjørd við Petur Larsen, sum hevði lægsta tilboð at fáa til vega og leggja út bátabrúgvar til bátahylin á Válinum. Arbeiðið byrjar tíðliga í 2017 og er ætlanin, at bátahylurin kann takast í nýtslu komandi vár.

Arbeiðið við dýpingini sum sp/f Sekstant hevur gjørt, hevur gingið væl og er bara smávegis eftir at dýpa, so farast kann í gongd við at leggja brúgvarnar út.
Kvívíkar kommuna fegnast um, at tað nú verður møguligt at bjóða góð bátapláss til borgararnar í kommununi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder