Verandi bátadráttur í Nólsoy er ikki nýtiligur og hugsa vit eitt sindur frameftir, eiga vit at gera bátadrátt, ið líkist tí í Álakerði ??? bæði fyri trygd og arbeiði.
Á seinasta borgarafundi
var aftur frammi, at alstórur tørvur er á bátadrátti í Nólsoy. Verandi
bátadráttur er ikki nýtiligur og tvørligt ??? og dýrt ??? er at fáa bil úr Havn
ella at snikka drátt til so hvørt.
Besta loysnin er, at vit
fáa bátadrátt, ið líkist tí í Álakerði. Talan er um dupultan drátt, ið hóskar
til smærri og størri bátar.
Á øðrum borgarafundum í
Nólsoy hevur verið lovað, at bátadráttur skal gerast í krókinum ávegis út á
Klivar. Hetta hevði samstundis prýtt um økið við Malarenda ??? og harvið eisini
verið hugaligari hjá gestum.
At hóskandi er at
staðseta dráttin júst í tí krókinum er eisini av teirri orsøk, at tá er lætt at
seta bátin á hóskandi stað úti á Klivum, so lætt er at vaska og rigga til.
Talan er um at taka burtur oljutangarnar og harvið verður stórt pláss tøkt, ið
hóskiligt er at arbeiða við bátum. Ruskplássið er beint við og lættir hetta
eisini um, tá bátar verða riggaðir til.
Tað hevur skund at fáa
bátadráttin, tí Nólsoyar Bjargingarfelag fer at útvega sær bjargingarbát, ið
stendur á vogni og báturin verður best flotaður á sama hátt sum í Álakerði.
Harafturat kann
bátadráttur, ið gevur møguleika at draga smærri og størri útróðrarbátar, hava
við sær, at ávísur aktivitetur verður av bátum aðrastaðni frá. Hetta fer at
skap lív í og helst sæst eisini okkurt aftur í sølu í handli og aðrastaðni.
Vón mín er, at Tórshavnar
Havn ??? saman við politikkarum, økissamskiparanum og Nólsoyarnevndini ??? kunnu
fáa fund í lag við tey fólk í hava staðið fyri bátadráttinum í Álakerði.
Jákup av Skarði
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald