2015-06-03 20:45
Veðrið sær út til at vera gott hósdagin kl. 17 tá Bassi byrjar Countryfestivalin.
??kið verður alt umskapað til eitt stórt spæliland.
Byrjað verður við BUBU, Karlo og Ludda saman við vinum, har tey framføra ymskt spennandi á pallinum.
Tá Bubu & co eru lidnir, fáa øll børnini gávu frá Bassa, meðan foreldrini fáa kaffi og kakur.
Eftir hetta fara børnini at royna ymiskt spennandi:
- Rógva við bátum í ánni
- Ríða við hestakaret
- Hoppa í ymsum nýggjum hoppiborgum
- Leita eftir gulli
- Myndatøka saman við Bassa
- Ballónir til børnini
Tiltakið er ókeypis
Seinasta ár møttu fleiri 600 upp til tiltakið, væntandi møta ikki færri upp í ár, bæði børn og vaksin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald