Ítróttur

Bartal: Steypafinalan er hæddarpunktið á árinum

...

2015-02-13 17:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Steypafinalurnar í flogbólti hjá kvinnum og monnum verða leiktar í morgin. JN.fo hevur sett seg í samband við Bartal Eliasen, sum spælur við mansliðnum hjá ÍF.

Hevur tað nógv at siga, at sleppa at spæla steypafinalu?

- Ja finalan er hæddarpunktið á árinum, tað er dysturin, sum allir leikarar síggja fram til. Karmarnir eru fantastiskir, og alt er serstakt við finaluni.

Hvussu ofta hevur tú verið við í steypafinaluni?

- Meini hetta er 10 ferðin - vit spæla finalu.

Eru allir leikarar tøkir til dystin?

- Allir leikarar eru tøkir, men hava ikki havt síðstu venjing enn, so vónandi hendir einki býtt.

Hvussu væntar tú gongdin verður í dystinum, og hvør stendur eftir sum vinnari?

- Tað verður ein tøtt finala, og sjálvandi standa vit sum vinnarar.

Hvørja styrki hava tit, og hava tit nakran veikleika? Hvør er styrkin, og hvør er veikleikin hjá mótstøðuliðnum?

- Haldi okkara samanhald og okkara royndir eru styrkin. Ja onkrar veikleikar hava vit, men fari ikki at røba teir her. Teir hava eitt sera gott lið, so tað verður torført, men Boban (venjarin) skal nokk koma við hvussu vit leika, og tíðskil kann eg ikki røba nakað her um teir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder