Politikkur

Barnaverndartænastan í Vágum flytir til Miðvágs

...

2017-02-01 16:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í sambandi við, at Barnaverndartænastan í Vágum hevur fingið onnur høli at húsast í, verður skrivstova okkara í Sandavági stongd, hósdagin 2. februar og fríggjadagin 3. februar.

Frá mánadegnum 6. februar verður opið aftur sum vanligt, og vit verða tá at hitta í gomlu kommunuskrivstovuni í Miðvági, Jatnavegur 2, 370 Miðvágur.

Um tú hevur bráðfeingis boð, kanst tú ringja á tlf. 344430.

Barnaverndartænastan í Vágum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder