Vit halda at familjan er kjarnin í samfelagnum, tí vit vita, at tryggar familjur eru grundvøllurin undir einum sterkum samfelagið. Tí vilja vit halda áfram at arbeiða til frama fyri familjuna og størri barnavælferð í føroyska samfelagnum.
???The manner in which our children grow and learn will dramatically affect how our Nation is able to meet its future challenges??? ??? citat Ronald Reagan
Vælferðin hjá okkara børnum í dag er trygdin fyri framtíðini, tí grundarlagið fyri góðari fólkaheilsu, menning, innlæring, trivnaði, virknaði og mótstøðuføri, verður grundfest í barnaárunum.
Hetta er við til at geva okkara børnum grundleggjandi førleikar til tað góða lívið, ein heilsugóðan lívsstíl og góða fólkaheilsu, umframt mótstøðuføri til at megna møguligar avbjóðingar.
Við landsstýriskvinnuni í almannamálum og Fólkaflokkinum á odda hava vit tikið týðandi stig ímóti størri barnavælferð seinastu fýra árini. Av týðandi tiltøkum kunnu m.a. nevnast:
- Dagføring av lóg um barnavernd
- Stovnsetan av Barnahúsinum
- Fingið Barnaumboðsmann
- Hækkað barnaískoyti til stakar uppihaldarar
- Hækkað barnafrádráttin hjá landinum
- Bústaðarískoyti til uppihaldara, sum forsyrgir fleiri enn 2 børn, um býlisútreiðslan er yvir 6.500 kr.
- Hækkað markið fyri fíggjarligum fríplássi
Nógv munagott er gjørt og nú ræður um at halda kós!
Heimið og foreldrini eru størsta tilfeingið fyri barnið. Vit gita ikki ??? men vit vita, at eitt stimbrandi heimaumhvørvið, góður foreldraførleiki við tryggleika, nærleika og kærleika er tað týdningarmesta fyri menningina hjá barninum. Skal barnið mennast og trívast væl er tí alneyðugt, at barnafamiljur fáa góð kor og umstøður soleiðis, at tey hava møguleikar fyri at raðfesta barnið og familjuna.
Eg vil tí arbeiða fyri:
- At øll lóggáva skal verja og fjálga um familjuna
- At fyribyrgjandi og heilsufremjandi tænastur til børn og ung verða raðfestar og umfata allan barna- og ungdómsaldurin
- At allar familjur fáa atgongd til fakliga dygdargóða ráðgeving og hjálp
- At barnsburðarfarloyvið verður longt til 1 ár. Familjurnar sleppa sjálvar at velja býtið av farloyvinum
- At lóg um stuðul til familjur í fátækravága verður framd
- At øll børn fáa møguleika fyri at mennast og trívast í einum stimbrandi og lærandi umhvørvið við barninum í miðdeplinum
Vit hava víst, at vit meina tað sum vit siga og tora at taka neyðugu stigini.
Tí vil eg heita á teg um at fara á val og velja ein sterkan Fólkaflokk á ting 1. September! ??? Tí kósin má haldast!
Ingvør Justinussen ??? Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald