Í samrøðu við Sosialin 29. oktober segði Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at samgongan ikki arbeiðir við at veita ein serstakan stuðul til fátækar barnafamiljur í ár. Tá Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn sótu í andstøðu, hevði málið so stóran skund, at tingið mátti kallast saman í úrtíð. Tá feldu Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin tíverri uppskotið. Nú, tá ið flokkarnir sita í samgongu, hava teir vald til at broyta støðuna. Unga Tjóðveldið krevur, at hetta mál verður framt umgangandi!
Vit vita, at pengar ikki vaksa á trøunum og Róm ikki varð bygt eftir einum degi. Men hetta málið hevur sera stóran týdning at fáa framt. Tøl hava verið frammi, sum siga, at serliga barnaískoytið bert kostar 2 mio. kr. restina av árinum. Fyri næsta ár kostar uppskotið eitt sindur omanfyri 10 mio. kr.
Umfatandi kanningar hjá Richard Wilkinson og Kate Pickett vísa á, hvussu ótryggleikin í einum samfelagið veksur við ójavna. Størri gjáin er ímillum tey hægstu og lægstu verri verður samfelagið fyri. Í teimum londunum har ójavnin er størstur eru tað fleiri, ið gera sjálvmorð, fleiri, ið misnýta rúsdrekka, fleiri, ið fáa børn í ov ungum aldri, fleiri, ið eru ov tjúkk, og heilsustøðan gerst verri. Tó at Føroyar er eitt av heimsins javnastu samfeløgum, so eiga vit at stremba eftir at fáa eitt enn javnari samfelag.
Eitt serligt barnaískoyti til fátækar familjur fer ikki at loysa allan trupulleikan við fátækt og ójavna, men hetta er ein byrjan uppá at koma trupulleikanum til lívs. Umframt serligt barnaískoytið, eigur samgongan komandi árini at raðfesta at byggja lestrar- og lærlingaríbúðir og bíligar bústaðir runt um alt landið, veita skattalætta til láglønt og kanna, hvussu vit kunnu lækka kostnaðarstøði í Føroyum, sum er ov høgt. Tað er ein sera týdningarmikil uppgáva hjá samgonguni at skapa eitt javnari samfelag komandi fýra árini.
Unga Tjóðveldið krevur, at hetta mál verður raðfest í fíggjarlógini, soleiðis, at landsstýrið beinanvegin kann fara í gongd at veita serliga barnaískoytið.
Vegna Unga Tjóðveldið
Tráin Petursson Nónklett, formaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald