JN

Barnafagnaður í Vága kommunu

...

2015-05-08 17:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin 9. mai, verður skipað fyri einum stórum barnafagnaði, í Ítróttarhøllini á Giljanesi. Dagurin byrjar við einari stórari skrúðgongu, og endar við at eitt sjónbandalag verður frumframført. Á hesum sjónbandalagi fara vit at hoyra og síggja øll børnini í Vága Kommunu framføra og syngja.

Temaðið í sanginum, myndaupptøkunum, skrúðgonguni og framførslunum á pallinum, er ælabogin. Tað, at vit eru ymisk, litrík og vøkur.

Virðini, sum øll verkætlanin er bygd á, er Lìvsgleði, Samskifti og Framskygni - og er hetta ein verkætlan, sum vit øll lyfta í felag.

Vit vóna, at vit við hesari verkætlan kunnu vísa á, at vit við samanhaldi og virðing fyri hvørjum øðrum, kunnu skapa virksemi og lív - sum ger, at tað er gott at vera barn og at vaksa upp í Vága Kommunu.

Hetta er eitt tiltak, sum Vága Kommuna skipar fyri, og hevur kommunan heitt á Niclas Hera Jákupsson at hava høvuðsábyrgdina av hesum fagnaði.

Upptøkur av sanginum:

Lag og orð til sangin eru gjørd, og týsdagin 21. apríl fara børnini, sum skulu syngja ørindini í hesum sangi, til Klaksvíkar í studio. Tað verða uml. 20 børn, sum skulu syngja ørindini, og eru tey útvald. Bussur heintar hesi børn á teirra stovni og teirra skúla. Vit vænta at fara úr Vágunum uml. kl. 09.30. Vit byrja upptøkurnar í Klaksvík kl. 11.00. Vit vóna at børnini eru í Vágunum aftur, áðrenn kl. 17.00.

Hósdagin 23. apríl, verða niðurløgini til sangin sungin inn. Hetta verður gjørt í skúlanum á Giljanesi, og verður tað kl. 10.00 hendan morgunin. Bussur heintar tey børnini í dagstovnunum uml. kl. 09.30. Um øll luttaka ??? sum vit inniliga vóna, so verða tað uml. 250 børn, og verður tað tí Føroya størsta kór.

Tekstin til sangin kunnu tit lesa niðanfyri. Ábyrgdapersónar á stovnunum og skúlunum koma at lata børnini hoyra sjálvt lagið. Á hendan hátt koma tey at kenna sangin, áðrenn tey koma at syngja hann inn. Men vit koma eisini at venja hann nakrar ferðir hósmorgunin ??? áðrenn vit taka niðurløgini upp.

Saman eru vit vøkur

1. Tá tað er sól og tað regnar

hygg upp í skýggini tá

skaparin á himmalin teknar

og minnir okkum øll á

2. At eingin er eins her á foldum

at øll eru ymisk, men tó

ein ælabogi rúmar jú øllum

tí syngja vit so glað og so góð

Niðurlag:

Saman eru vit vøkur

eitt vakurt listaverk

vit eru hvít og svørt ??? og alt er ljósareytt

Saman eru vit vøkur

vit eru litrík, ung og sterk

vit eru hvít og svørt ??? og alt er ljósareytt

3. Ein ælabogi er ikki heilur

um hann bara manglar ein lit

vit vilja virða hvønn annan

tí ælabogin - hann eru vit !!!

4. Vit trúgva ikki á hatur

Men kærleika, frælsi og frið

Vit trúgva øllum tí góða

Og tí standa vit lið um lið

Niðurlag:

Saman eru vit vøkur

eitt vakurt listaverk

vit eru hvít og svørt ??? og alt er ljósareytt

Saman eru vit vøkur

vit eru litrík, ung og sterk

vit eru hvít og svørt ??? og alt er ljósareytt

Filma ??? Sjónbandalag:

Sum sagt, so ætla vit at framleiða livandi myndir til hendan sang. Á hesum myndum koma vit at síggja vakrar náttúrumyndir og myndir av fittum, glaðum og sprelllivandi børnum. Um tit ikki ynskja at tykkara barn skal vera á hesum myndum, vinarliga sigið tykkara stovni frá hesum.

Tað verður veður og vindur, sum avgerð, hvønn dag vit fara at taka hesar myndir upp, men tað verður allar helst ein av døgunum frá mánadegnum 27. til hósdagin 30. apríl. Hetta verður gjørt í skúlatíð/ansingartíð, og fara skúlar og stovnar at gera hetta til ein hugnaligan og spennandi dag. Meira um hetta seinni.

Sjálvur Barnafagnaðurin:

Barnafagnaðurin verður sum sagt leygardagin 9. mai, og skulu øll børnini møta niðri á kajøkinum kl. 13.30. Av tí at hetta er ein leygardagur, so hava foreldrini ella avvarandi ábyrgdina av teirra egna/egnu barni/børnum, meðan tiltakið verður. Skrúðgongan fer av kajøkinum kl. 14.00, við beinari kós móti Ítróttarhøllini á Giljanesi.

Komin niðan í ítróttarhøllina fara børnini á stovnunum og børnini frá 1. til 6. flokk, at framføra á pallinum. Hesar framførðslur fara at liggja millum 5. til 10. minuttir í part, og koma vit tí at síggja, hoyra og uppliva 2. tímar og 30 minuttir við undirhaldi, sum børnini sjálvi hava framleitt. Sum sagt, so endar dagurin við, at vit fara at frumframvísa sjónbandalagið, sum børnini hava verið við til at gjørt. Til ber at keypa okkurt til góman meðan tiltakið er


Skráin fyri Barnafagnaðnum:

Kl. 13.30 Vit møtast á kajøkinum

Kl. 14.00 Skrúðgongan fer av kajøkinum

Kl. 14.30 Børnini í Vága Kommunu framføra

Kl. 17.00 Sjónbandalagið verður frumframført

Kl. 17.15 Liðugt.

Vit vóna, at hetta verður ein verkætlan og eitt tiltak, sum børnini fara at minnast gott aftur á, og at hetta fer at vera nakað, sum tey ongantíð fara at gloyma.

Tað koma at vera onkrar forðingar á vegnum til málið, men vit vóna, at øll taka í móti hesum avbjóðingum við opnum og jaligum sinni, so tað verður stuttligt, mennandi og spennandi at náa málinum.

Vegna Vága Kommunu

Rósa Samuelsen, borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder