Politikkur

Bárður: Vit byggja upp, har hini vilja bróta niður

...

2015-06-05 02:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið fult út gongur inn fyri Ríkisfelagsskapinum, og hann skapar úrslit

Allir politiskir flokkar í Føroyum vilja hava sæti á Fólkatingi ??? men tað er bert tann eini, ið fult út gongur inn fyri, at Føroyar eru í Ríkisfelagsskapinum.

Tað er Sambandsflokkurin.

Vit fara ongantíð á Fólkating fyri at krevja eina føroyska grundlóg ella rópa um loysing. Slíkt hoyrir ikki heima á Christiansborg, og vit føroyingar hava longu eina haldgóða grundlóg at líta á.

Sambandsflokkurin byggir upp, har hini vilja bróta niður.

Vit vilja halda fram við at verja og menna ríkisborgararættindi hjá føroyingum og arbeiða fyri at tryggja vælferð fyri hvønn einstakan ??? ikki minst í eini tíð, har ið vælferðarskipanir í flestum framkomnum londum eru ella koma undir trýst.

Eitt nú vil Sambandsflokkurin, at sama støði skal vera í heilsuverkinum í Føroyum og Danmark, tí heilsuverkið er felags føroyskt-danskt málsøki. Sama er galdandi fyri serforsorg og fólkapensjón.

Fólkatingslimur úr Sambandsflokkinum hevur og vinnur sær ávirkan á alla lóggávu og mál, ið hava við Føroyar at gera. Harumframt hevur hann gott innlit í og ávirkan á uttanríkis-, verju- og trygdarpolitikk. Hetta eru økir við týdningi fyri Føroyar sum partur av Europa og alheiminum.

Við tí góða orðinum og semjusøkjandi samstarvinum hevur okkara umboð á Fólkatingi víst vegin: tað ber væl til at røkka góðum úrslitum fyri Føroyar. Hetta arbeiði eigur at halda fram.

Samtyktin um at beina burtur markaforðingar millum tey trý londini í felagsskapinum hevur stóran týdning. Tá arbeiðið er liðugt, kunnu vit øll liva og virka frítt hjá hvørjum øðrum.

Okkara fyritøkur hava eisini fingið atgongd til stórar ígongdsetara- og stuðulsskipanir, ið vinnulívið kann fáa gagn av, og sum kunnu vera við til at skapa nýggj arbeiðspláss í Føroyum.

Sambandsflokkurin vil ??TVIKLA ??? ikki AVIKLA ??? Ríkisfelagsskapin. Vit vilja útbyggja samstarvið í Ríkisfelagsskapinum fyri at skapa vælferð, búskaparvøkstur og fólkavøkstur í Føroyum.

Vel eitt sterkt umboð á Fólkating.

Bárður S. Nielsen

Løgtingsmaður og valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder