2019-01-25 11:50
Fíggjarnevndin í løgtinginum hevur í morgun havt fund. Fyrsta punkt á skránni var val av formanni. Teir fýra Bárður á Steig Nielsen, Jacob Vestergaard, Kristin Michelsen og Bill Justinusen heittu í Ruth Vang um at kalla inn til fundar.
Tað gjørdi hon so í dag, og nýggji meirilutin í nevndini hevur valt Bárður á Steig Nielsen til nýggjan formann í nevndini, veit KVF at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald