Í dag, fríggjadagin 18. september letur upp ein sera áhugaverd framsýning í Gamla Seglhúsinum við verkum eftir Bárður Jákupsson.
Peter Michael Hornung sigur soleiðis um listamannin:
"Bárður Jákupsson er ekspressionistur eftir náttúrunnar treytum, og hann veit sum fáur hvussu tað málandi pensilstrokið er ført fyri á kalligrafiskan hátt bæði at sleppa tí gamla heiminum og avdúka ein nýggjan. Tvinnandi sløg av náttúru møtast í listini hjá Bárði: Málningsins náttúra ??? og Føroya, og tær eru felags um at vera í skapbráðari rørslu og støðugari broyting".
Fernisering verður kl. 15:00 og kemur Jógvan Skorðheim borgarstjóri at bera fram nøkur orð. Eisini verður møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan og annars njóta framsýning, tónleik og lættari ábit.
??ll eru hjartaliga vælkomin!
Framsýningin hongur uppi fram til 11. oktober og er ókeypis at vitja.
Framsýningin er opin soleiðis:
Mánadag - fríggjadag kl. 14.00 - kl. 17.00
Sunnudag kl. 14.00 - kl. 17.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald