Politikkur

Bárður: - Hendan orðingin í samgonguskjalinum er nú vorðin ein forðing

...

2021-12-11 15:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Góðu Sambandsfólk

Politikkur snýr seg um at hava ávirkan.
Til løgtingsvalið eydnaðist tað Sambandsflokkinum at koma í landsins leiðslu við løgmanni, sjey tingfólkum og tveimum týðandi landsstýrisøkjum, heilsumál og umhvørvis-, orku- og vinnumál. Møguleikarnir at skipa eina meirilutasamgongu vóru avmarkaðir, og hetta var møguleikin hesaferð.
Vit fingu ein stóran part av okkara politikki niðurfelt í samgonguskjalið, og fleiri av stórmálunum eru loyst, heilsuverkið er munandi styrkt fram ímóti eini viðgerðartrygd, pensjónistar hava munandi meir at liva fyri og tað loysir seg at arbeiða, fleiri bústovnar eru í gerð, ferð er komin á grøna orkuskifti, fiskivinnan løgd í tryggar karmar og Vakstrarforum lýsir møguleikar í ymsu geirunum, fyri at tryggja framhaldandi burðardyggan vøkstur.
Málið er, einar Føroyar í serflokki.
Tað gongur væl í Føroyum, arbeiði er til allar hendur, útflutningsvirðið setir met, fólkatalið setir met, handils- og tænastuvinnan er í stórformi og bjartsskygni skapar nógvar spennandi ætlanir á fleiri økjum. Føroyar eru í eini rívandi menning, tað skal verða avbjóðandi, spennandi, mennandi og stuttligt at liva og virka í Føroyum.
Vit eru ein stórur og breiður flokkur, ið rúmar nógvum visjónum. Tað skulu vit framhaldandi vera.
Í Sambandsflokkinum hevur altíð verið siðvenja, at limir í flokkinum hava rætt til egna sannføring í etiskum málum. Men fyri at hjúnabandslógin ikki skuldi rullast aftur, var kravið til samgongusamráðingarnar, at samgongan skuldi atkvøða samlað um andstøðuuppskot.
Hendan orðingin í samgonguskjalinum er nú vorðin ein forðing. Hon upphevjar aldargomlu siðvenjuna um, at einhvør tinglimur kann atkvøða eftir egnu sannføring í sokallaðum etiskum málum. Vit mugu ásanna, at hetta er sera óheppið.
Sambandsflokkurin vil við síni sosial-liberalu kós tryggja okkum øllum eitt samfelag í serflokki. Okkara sosial-liberala kós er hornasteinurin í øllum, vit politiskt takast við.
Sambandsflokkurin er einasti veruligi ríkisfelagsskapsflokkur. Hetta valskeiðið hevur samstarvið verið fyrimyndarligt og er styrkt við einum samstarvsráði fyri at styrkja okkara luttøku í uttanríkispolitikki.
Valskeiðið er hálvrunnið, enn eru fleiri mál at avgreiða og tað vilja vit í Sambandsflokkinum tryggja.
Lat okkum standa saman um Sambandsflokkin.
Við Sambandskvøðu
Bárður Nielsen
formaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder