Ítróttur

Bára: Neistin stendur eftir sum vinnari

...

2015-02-07 00:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Steypafinalurnar í CocaCola-kappingini hjá kvinnum og monnum verða leiktar í morgin. JN.fo hevur sett seg í samband við Báru Hansen, sum spælur við kvinnuliðnum hjá Neistanum.

Hevur tað nógv at siga, at sleppa at spæla á gula gólvinum?

- Eg veit ikki um tað hevur so nógv at siga, men tað er sera stuttligt at sleppa at spæla, av tí at tað als ikki er líka, sum vanliga gólvi vit spæla á.

Hvussu ofta hevur tú verið við í steypafinaluni?

- Eg havi verið í steypafinaluni 3 ferðir.

Eru allir leikarar tøkir til dystin?

- Viðvikjandi skaðum, so skuldu allar verið við, uttan málverjin Marijana Lucic. Men eftir eina heldur óheldiga hending, so verður Birita Wardum ikki við.

Hvørja styrki hava tit, og hava tit nakran veikleika? Hvør er styrkin, og hvør er veikleikin hjá mótstøðuliðnum?

- Styrkurin er tann, at vit hava ein sera breiðan hóp vid nógvum evnaríkum spælarum. Vit hava eina góða og harða verju og ein góðan málmann. Veikleikin er sjálvandi tann at Birita Wardum ikki verður við, hon hevur verið okkara besti verjuleikari.

Teirra styrkur er, at tær hava eina góða verju og tveir skjótar vengur, sum kunnu fáa nógv mál uppá skjotálop, og tær hava væl skipað álop. Eisini hava tær ein góðan og sterkan strikuspælara, sum tær væl duga at spæla upp. Veikleikin hja teimum er, at tær ikki hava so breiðan hóp, og kunnu tí ikki gera so nógvar útskiftingar, um orkan rennur undan.

Hvussu væntar tú gongdin verður í dystinum, og hvør stendur eftir sum vinnari?

- Eg vænti, at tad verður ein sera javnur og spennnandi dystur, av tí at vit bæði hava vunnið og tapt ímóti hvørjum øðrum. Men tá 60 min eru farnir og dysturin er liðugur, stendur Neistin sum vinnari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder