2015-11-08 01:12
Av føroyskum skipum er tað bara Norðborg, sum er á sildaveiðu, hini føroysku skipini eru tey flestu liðug við sildakvotuna.
Norðborg roynir í altjóða sjógvi norðanfyri á uml. 65,2N og 1,7V, har royna danska skipið Ruth og íslendska skipið Ruth eisini, fiskiskapurin hevur verið hampuligur.
Tey flestu føroysku skipini komu inn í gjárkvøldið, men í kvøld hevur Finnur Fríði loyst av Tvøroyri og er ávegis suðureftir, helst í ES-sjógv at fiska makrel.
Tvey føroysk skip hava roynt eftir svartkjafti vestanfyri, men tey - Tróndur í Gøtu og Slættaberg - komu á Fuglafjørð tíðliga í morgun, tey landa til Havsbrún.
Tað verður hampuligt veður komandi dagarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald