2015-08-29 02:35
Tú hoyrir hinar flokkarnar tosa um kollveltandi broytingar av vinnuni, um teir sleppa til valdið. Hesi teoretisku eksperiment mugu steðgast. Tí er ongantíð so nógv sum nú tørvur á einum sterkum Fólkaflokki, tí vit vita øll av royndum, at Fólkaflokkurin er trygdin fyri, at vinnan fær frið til frítt at menna seg víðari, og hann megnar eisini í verki at fremja tað, hann setur sær fyri.
Tað eru til dømis líka nógv hugskot, sum tað eru flokkar, um hvussu tey ætla at umleggja og enntá kollvelta okkara høvuðsvinnu, sum ongantíð áður hevur virkað so væl uttan studning frá tí almenna.
Tí er tað als ikki vandaleyst hjá tær at seta krossin fyri ein av hinum flokkunum, tí tú veist ikki, hvør endin kann verða, um okkurt av teimum eksperimentunum, sum hinir flokkarnir í løtuni barsla við, verður sett í verk.
Her er Fólkaflokkurin trygdin hjá vinnuni, og harvið hjá øllum okkara landi, tí vinnan er jú grundarlagið undir øllum okkara samfelag, sum framleiðir okkara stóra útflutningsvirði og skapir bæði beinleiðis og avleidd arbeiðspláss ??? bæði innan tað privata og innan tað almenna.
Tí kann tað enda heilt galið, um ikki Fólkaflokkurin kemur sterkur innaftur á løgting, so vit har kunnu halda fram at vera skansin og trygdin fyri einum framhaldandi frælsum og fríum vinnulívi, so vinnan kann halda fram at skapa tann fantastiska vøkstur, sum vit hava upplivað og notið gott av hesi seinastu árini.
Vel tí Fólkaflokkin og tryggja harvið framhaldandi vøkstur og framburð, bæði í vinnuni og í samfelagnum sum heild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald