VÍF og Neistin spældu í gjár javnleikt 28-28 í seinnu CocaCola hálvfinaluni hjá kvinnum - fyrra hálvfinalan endaði við 28-27 sigri til Neistan - sostatt er Neistin í finaluni, har tær skulu møta Kyndli. JN.fo hitti Báru Hansen eftir dystin.
Vit spurdu hana, hvussu tað følist at koma víðari í finaluna.
- Tað er heilt, heilt ótrúliga gott, tað var tað vit vildu, tá vit komu til Vestmannar.
Vit spurdu hana eisini, hvussu tað er at verða so týdandi partur av liðnum, sum hon var.
- Tað følist ótrúliga gott, eg haldi at allar gjørdu sítt besta og allar kempaðu fyri at koma í finaluna, so eg haldi at hetta var ein orduligur liðinnsatsur.
Vit spurdu Báru til seinast, hví tað vórðu tær ið komu í finaluna og ikki VÍF.
- Eg haldi at vit spældu betur, og vit komu til betru møguleikar enn hvat tær gjørdu, men vit brendu nokksu nógv, men tá tað virkuliga stóð á, hildu vit høvdi kalt, segði Bára við JN.fo eftir dystin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald