Vinna

Bara 4 skip eru úti

...

2014-12-11 21:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Í løtuni eru bara 4 føroysk skip og 2 russisk til fiskiskap undir Føroyum, tað eru 4 partrolarar og 2 russisk svartkjaftaskip.
Breiðanes og Hamranes royna sunnanfyri og Falkur og Heykur royna eystanfyri, 2 russisk svartkjaftaskip royna sunnalaga í føroyskum sjógvi á uml. 60,2N og 8V.
Skipini Vesturtúgva, Grønanes, Polarhav og Stjørnan eru á veg inn, tey fara á Klaksvík.
Sagt verður aftur frá nógvum vindi í nátt - uppí 20m/sek, ættin verður norðan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder