Vinna

Bara 6 skip á sildaveiðu norðanfyri

...

2015-11-04 02:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í kvøld eru bara 6 skip á sildafeltinum norðanfyri, tey eru 4 føroysk og 2 íslendsk skip, tey føroysku skipini eru Norðborg, Fagraberg, Fram og Atlantsfarið, ímeðan tey íslendsku skipini eru Huginn og Aðalsteinn Jónsson, tey royna øll um somu leið á uml. 64,3N og 5,2V.

Hini føroysku uppisjóarskipini royna í ES-sjógvi eftir makreli og eini tvey eru á svartkjaftaveiðu sunnanfyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder