Bara tveir snellubátar eru á Fiskamarknaðinum í dag, tilsamans hava teir 1.500 pund.
G??LVS??LU YVIRLIT!
Sølur 26-04-2016 Søla Nr. 102024
| |||||
Meting um tilfeingið fyri viku 17 2016 |
Thursday, 21 April 2016 | |
Samandráttur: Línuskip: Seks ísfiskalínuskip fiska við Ísland. Eitt landar mánadagin og tvey landa seinni í vikuni. Skipini hava ein blanding av toski, hýsu, brosmu og longu Hini eru nýliga byrjaði túr, so tey koma neyvan inn í vikuni. Eisini er eitt frystilínuskip við Ísland. Undir Føroyum eru trý línuskip til fiskarí. Vit vantað at eitt landar mánadagin og so eitt seinni í vikuni. Tað er mest toskur, hýsa, brosma og longa skipini fáa. Helst fer okkurt línuskip út í næstum. ??tróður: Streymurin verður brúkiligur alla vikuna og veðri verður hampuligt tað mesta av tíðini, so tí vantað vit nakað av útróðri. Djúpvatnstrolarar: Fýra fiska svartkalva, men ivasamt er um nakar kemur inn hesa vikuna. Ein fiskar blálongu og tríggjir fiskasvartkalva og frysta fiskin umborð. Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí, men fiskaríð er vánaligt. Eitt par landar mánadagin og so landa nøkur seinni í vikuni. Fáa eitt sindur av toski og longu sum hjáveiðu. Trolbátar: Allir liggja við bryggju (hósdag 21/04), men fara út tá veðri verður til vildar. Garnaskip: Tvey fiska svartkalva og helst koma báðir at landa síðst í vikuni. Fiskaríið er brúkiligt. |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald