Mentan

Bara 1 % av føroysku næmingunum nógvan førleika í náttúruvísindum

...

2013-12-09 12:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Síðan 2006, tá ið føroyskir næmingar tóku lut í Pisa-kanning fyri fyrstu ferð, hevur framgongdin verið stór, tá ið talan er um náttúruvísindi. Kortini eru vit langt aftan fyri hini Norðurlondini.

Vit eru framvegis eftirbátur, men vit hanga í. Framgongdin síðan fyrstu kanning er stór, tó er myndin eitt sindur broytt í mun til 2009, tá øll Norðurlond, Føroyar og Finnland undantikin, lógu um tey 500 stigini. Í 2012 liggja hesi fýra lond framvegis lutfalsliga tætt, men størri spjaðing sæst millum úrslitini hjá Danmark, Noregi, Íslandi og Svøríki. Føroyar og Finnland bróta framvegis frá sum botnur og toppur.

Tað er í náttúruvísindum, at størsti munurin er á Føroyum og Finnlandi, hóast Finnland hevur havt eina støðuga afturgongd síðan 2006, og Føroyar hava havt eina framgongd.

Danmark hevur umleið sama úrslit sum í undanfarnu kanning, tó er ein lítil framgongd at hóma í mun til 2006. Noreg hevur eina lítla afturgongd síðan 2009, men hevur tó samanlagt tikið seg fram síðan 2006.

Ísland hevur størstu afturgongdina í mun til 2006 og telist millum tey trý Norðurlondini, sum fáa færri Pisa-stig í 2012 enn í 2006.

Føroyska úrslitið, tvs 443 Pisa-stig, er á leið við úrslitini hjá Bulgaria, Serbia, Kili, Teilandi og Rumenia.

Talið á næmingum við lítlum førleika í náttúruvísindum er 35 %. Harafturat eru heili 30 % av føroysku næmingunum á stig 2, sum sambært Pisa er lægsta mark fyri virkisførum førleika í náttúruvísindum.

Ísland er næst eftir Føroyum tað Norðurlandið við flest næmingum uttan virkisføran førleika í náttúruvísindum við 24 % av næmingunum. Einans 8 % av finsku næmingunum hava ikki virkisføran førleika, men heili 17 % hava nógvan førleika í náttúruvísindum, og einast 8 % eru á stig 4. Bara 1 % av føroysku næmingunum hava nógvan førleika í náttúruvísindum, og einast 8 % eru á stig 4.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder