Vinna

BankNordik útgevur nýggj lánsbrøv fyri 225 milliónir

...

2016-05-23 08:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

BankNordik hevur tikið avgerð um at gjalda aftur hybridan kjarnukapital og núverandi ábyrgdarpening áljóðandi 450 mió. kr. Samstundis verður nýggjur ábyrgdarpeningur áljóðandi 225 mió. kr. útgivin.

 Ábyrgdarpeningurin verður útgivin í 10-ára lánsbrøvum við eini rentu á 5,08% um árið. Tó hevur bankin møguleika at gjalda lánið aftur eftir 5 árum. Lánsbrøvini verða útgivin tann 24. juni 2016.

 ???Vit eru væl nøgd við tann stóra áhuga, sum íleggjarar hava víst lánsbrøvunum. Rentan á nýggju lánsbrøvunum endurspeglar verandi marknaðartreytir, og tillagingin í kapitalbygnaðinum er í samsvari við komandi lógarkrøv og kapitalmál bankans. Harumframt fara broytingarnar at hava eina positiva nettoávirkan á rentuútreiðslurnar, sum væntandi fara at lækka við umleið 20 mió. kr. um árið,??? sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

 Í tilgongdini hevur BankNordik havt samskifti við bæði føroyskar og útlendskar íleggjarar, og bankin gleðist serliga um tann áhuga, sum føroyskir íleggjarar hava víst við at tekna ein týðandi part av lánsbrøvunum.

 Kapitalgrundarlag bankans er styrkt munandi seinnu árini, og tí verður ikki mett neyðugt at tekna eina upphædd áljóðandi verandi útistandandi. Harumframt er rentustøðið lægri í dag samanborið við 2011, tá ið verandi hybridi kjarnukapitalur og ábyrgdarpeningur varð útgivin. Samanumtikið merkir hetta, at solvensurin - soleiðis sum hann er uppgjørdur 31. mars 2016 - lækkar úr 17,2% niður í 15,8%, meðan rentuútreiðslurnar lækka við umleið 20 mió. kr. um árið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder