Nú leikárið hjá Havnar Badmintonfelag er av, hevur nevndin lagt til rættis eina menningartilgongd, sum inniber at styrkja ungdóms- og barnahópin hjá felagnum. Seinnu árini hevur verið góð tilgongd til badmintonítróttina í Havn, og arbeitt hevur verið fram ímóti at fáa ein breiðari hóp av teimum ungu í U11 og U13 aldursbólkunum. Umframt ein stóran hóp av okkara egnu góðu venjarum hevur felagið sett útlendskan høvuðsvenjara, Paulo Pinheiro úr Portugal, til tess at styrkja venjingina fyri bæði ungdóm og vaksin.
"Tað kann møguliga tykjast serstakt, at seta fokus á barnahópin, men hetta skal síggjast í ljósinum av langtíðarætlanini í felagnum, og um vit í framtíðini skulu síggja fleiri HBF leikarar á besta liðnum, er tað her vit skulu seta inn, Við longda samstarvinum við BankNordik, kunnu vit fara inn í hesa menningartilgongd, og tað eru vit sera takksom fyri???, sigur formaðurin Regin Hammer.
Ungdómurin hjá Havnar Badmintonfelag er eisini í menning, og fáa tey góð úrslit í kappingum bæði í Føroyum og uttanlands. BankNordik hevur somuleiðis verið við í hesi menningini.
"Vit fegnast um at kunna leingja um góða samstarvið við Havnar Badmintonfelag. Felagið er í einari spennandi tilgongd og ger eitt stórt arbeiði fyri at styrkja um barna- og ungdómshópin. Vit eru fegin um at stuðla framhaldandi menningini av felagnum og gleða okkum at fylgja teimum í komandi kappingarári," sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik.
Harumframt hevur Havnar Badmintonfelag sett í verk eina royndarverkætlan í samstarvi við Parasport Føroyar (fyrrv. ÍSB) og Badmintonsamband Føroya. Talan er um Para-badminton. Høvuðsvenjarin hjá felagnum, Paulo Pinheiro, hevur royndir innan Para-badminton, ið er badminton fyri fólk, ið bera fysiskt brek. HBF fegnast um hetta samstarv, tí Para-badminton er er ein ítróttargrein, sum ger seg galdandi uttanlands, og verður sostatt eisini ein ítróttargrein til Para Olympisku leikirnar í Tokyo 2020.
Havnar Badmintonfelag sær fram til eitt spennandi leikár við nýggjum og spennandi avbjóðingum, og takkar BankNordik fyri at vilja vera við á ferðini saman við okkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald